Útbreiðsla: Sankta Pætursfiskur er fingin undir Føroyum. Er annars við Suðurnoreg, runt Bretsku Oyggjarnar, í Norðsjónum, Skagerrak og Kattegat, í vestara parti í Miðjarðarhavinum, við Afrika, Madeira og Asoroyggjarnar og eisini í Kyrrahavinum og Indiahavinum.
Sankta Pætursfiskur (pætursfiskaættin)
Zeus faber Linné, 1758
Stødd: Sankta Pætursfiskur verður í mesta lagi 70 cm langur, men vanliga um 20-50 cm.
Dýpi: Hann er vanliga á 50 m niður á 150 m, men fæst eisini inni við land og úti á 400 m.
Litur: Sankta Pætursfiskur er gyltgrøngráur, ella silvurbronsulittur, við stórum, gulrandaðum, svørtum bletti mitt á síðuni. Skræðan millum beinteinarnar á búkfjaðrunum, ryggfjøðurini og gotfjaðrunum er myrk, svørt.
Teinar: R IX-XI + 21-25; U I + 6-7; G III -V + 20-24.
Lýsing: Sankta Pætursfiskur hevur samantrýstan og høgan kropp, stórt og høgt høvd, nakað bungut oman fyri eyguni. Hann hevur slættan beinkamb oman fyri eyguni. Hann hevur stóran kjaft, ið kann skjótast langt framúr og smáar viggvaksnar (koniskar) tenn. Uggafjaðrarnar eru stuttar, búkfjaðrarnar eru minst tvær ferðir so langar sum uggafjaðrarnar. Ryggfjøðurin hevur harðar teinar fremst og langar træðrir uppúr, aftari partur hevur bleytar teinar. Klingran er líka long sum høg. Hann hevur smáar roðslur og hvast kjalarskrubb. Fram við rygg- og gotfjaðrafestunum eru beinknyklar, úr 5 upp í 11, á teimum eru 2 píkar. Strikan er nógv bogin frá eyganum aftur í klingruna.
Eyðkenni: Bletturin á síðuni. Tunni kroppurin. Liturin. Høga ryggfjøðurin. Stóra høvdið við stóra kjaftinum.
Týdningur: Nakað verður brúkt til matna sunnanfyri, men í Føroyum hevur hann ikki vinnuligan týdning.
da: Sankt Petersfisk, en: John Dory, fr: Jean Doré, ís: Pétursfiskur, no: Petersfisk, tý: Petersfisch - Heringskönig