Skip to main content

Útbreiðsla: Sekstáknahávurin er í hellingunum av Suðurlandinum í Íslandi, um Føroyar og Norðsjógvin inn í Miðjarðarhavið. Vestan fyri Bretsku Oyggjarnar, suður við Afrika og langt út í Atlantshav. Í Kyrrahavinum og Indiahavinum. Í føroyskum sjógvi er hann fingin út av bankunum vestanfyri og við Bankaryggin.

Sekstáknahávur (sekstáknahávaættin)
Hexanchus griseushow to write a dissertation in a week complete masters thesis dissertation groningen (Bonnaterre, 1788)

Stødd: Sekstáknahávur verður í mesta lagi 4-5 metrar langur.

Dýpi: Hann er úr 100 m niður á 2000 m.

Litur: Hann er ofta ljósabrúnligur um bakið, men eisini kann hann vera gráur ella brúnsvartur. Síðurnar eru reydliga gráar.

Lýsing: Hann hevur trivaligan kropp. Hann hevur eina ryggfjøður, ið situr aftur móti klingruni. Hann hevur stóran, skáksettan yvirstert, ið er umleið 40 til 50% av longdini frá tranti til klingru. Hann hevur stuttar, men breiðar ugga-, búk- og gotfjaðrar. Gronin er stutt, breið og avrundað. Tenninar í kjaftunum báðum eru sera ymiskar. Í yvirkjaftinum eru tríkantaðar tenn við „sag“ á aðrari síðuni og í undirkjaftinum tríkantaðar við stórum innviki á aðrari síðuni. Hann hevur seks stór táknaop, ið fara nakað inn undir øsið.

Eyðkenni: Tey seks táknaopini og tann langa ovara stertafjøðurin.

Týdningur: Sekstáknahávurin hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Seksgællet haj, en: Six-gilled shark, fr: Requin griset, ís: Brandháfur, no: Kamtannhai, tý: Grauhai

SekstáknahávarHexanchiformes

Í hesum hópinum eru 2 ættir við 4 slektum og 5 sløgum.

Undir Føroyum eru báðar ættirnar, við eini slekt og einum slagi í part:

  • Állahávaættin (Clamydoselachidae)
  • Sekstáknahávaættin (Hexanchidae)

Hesir eru teir mest primitivu hávarnir.

Teir hava eina píkaleysa ryggfjøður og eina gotfjøður. Báðar hesar fjaðrarnar eru aftarlaga á sporlinum.

Teir hava ikki eygnalok. Táknarivurnar eru 6, tó okkurt slag av Hexanchidae hevur 7, við Føroyar tó bert við 6 táknarivum.

Teir eru í øllum teimum stóru høvunum, mest á djúpum vatni.