Útbreiðsla: Silvurmurtur er frá Norðkapp og Íslandi til Skagerrak og Biskeiavíkina. Undir Føroyum er hann í øllum hellingunum og nakað inn á grunnin. Á Lúsabanka er nógvur silvurmurtur viðhvørt.
Silvurmurtur (toskaættin)
Gadiculus argenteus thori
Schmidt, 1914
Stødd: Silvurmurtur verður upp í góðar 19 cm, vanliga um 8-11 cm langur.
Dýpi: Hann er úr 60 metra dýpi niður á 1000 metra dýpi.
Litur: Á livandi fiski er liturin kámur silvurlitur, og hann er dimt spølutur um høvd og bak. Á trolveiddum fiski er roðslan oftast avfarin, og hann er tí gráligur, kámur og glærur.
Teinar: R1 8-12; R2 10-14; R3 11-16; G1 15-18; G2 12-16.
Lýsing: Silvurmurtur hevur tríggjar ryggfjaðrar, tvær gotfjaðrar, ið eru eitt sindur størri enn ryggfjaðrarnar. Hann hevur smáar búkfjaðrar og smáar uggafjaðrar. Hann hevur ikki finnu. Strikan er næstan bein, ein lítil bogi er oman fyri uggafjøðurina. Hann hevur undirbit, nógv upprendan, næstan loddrættan kjaft. 7 djúpar kullur eru niður í skallan.
Eyðkenni: Hann minnir um hvítingsbróður. Serligt fyri silvurmurt eru tær sjey slímkullurnar niður í skallan, støddin og kámi liturin.
Týdningur: Nakað av silvurmurti fæst sum hjáveiða í ídnaðarfiskiskapinum, men annars hevur hann ikki vinnuligan týdning.
da: Sølvtorsk, en: Silvery pout, fr: Merlan argentée, ís: Silfurkóð, no: Sølvtorsk, tý: Silberdorsch