Útbreiðsla: Hann er av Suðurlandinum í Íslandi til Føroya, Noregs og inn í Kattegat. Hann er suður við strondum Evropa til Portugals og er eisini við Asoroyggjarnar.
Sjóprónur (nálafiskaættin)
Entelurus aequoreus (Linné, 1758)
Stødd: Sjóprónur verður upp í 60 cm langur. Undir Føroyum er vanlig longd 30-50 cm.
Dýpi: Sjóprónur er fingin úr 5 m niður á 600 m dýpi. Undir Føroyum er hann fingin á landgrunninum, á Føroyabanka og í flótitroli sunnan fyri Føroyar á 400-600 m dýpi. Hann er onkuntíð funnin í fjøruni í Føroyum. Sæst av og á í fiskamaga.
Litur: Hann er brúnligur ella gulligur við dimmum tvørbondum.
Lýsing: Sjóprónur líkist øðrum sjónálum, langur og klænur. Tjúkkastur er hann um bulin, sporlið klænkar aftur í nærum einki. Tranturin er eins langur og ella longri enn høvdið, og kjafturin er bendur upp. Hann hevur ikki uggafjaðrar, búkfjaðrar ella gotfjaðrar, og bert ein viðfáning av sterti. Ryggfjøðurin er eisini heilt lítil og situr beint framman fyri miðjuna á fiskinum, og miðjan á fjøðurini er væl framman fyri gotið. Ringar eru tvørtur um kroppin, framman fyri gotið eru 28 upp í 31, og aftan fyri eru 60 upp í 69. Ringarnir eru týðiligir á deyðum fiski. Teir hómast neyvan á livandi fiski. Hetta er fiskur, sum livir úti á havinum, tó at hann eisini fæst við land.
Eyðkenni: Nálalíka skapið. Gotið er undir aftara enda á ryggfjøðurini. Hann hevur bert stert og ryggfjøður.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Snippe, en: Snake pipefish, fr: Entèlure de mer, ís: Stóra sænál. no: Stor havnål, tý: Grosse Schlangennadel