Útbreiðsla: Skrubbhávur er frá Suðurafrika norður við strondum Evropa, langt út í Atlantshav norður til Íslands, eystur til Noregs og inn í Norðsjógvin. Í vestara parti av Kyrrahavinum, við Nýsæland og Avstralia. Undir Føroyum er hann vanligur sunnanfyri og vestanfyri.
Skrubbhávur (skrubbhávaættin)
Centrophorus squamosus
(Bonnaterre, 1788)
Stødd: Kvennfiskarnir verða upp í 160 cm. Kallfiskarnir eru minni.
Dýpi: Skrubbhávur er mest við botnin, úr 230 m niður í 2000 m, undir Føroyum er hann sjáldan djúpari enn 1000 m.
Litur: Hann hevur javnan dimman lit um allan kroppin, men liturin kann vera ymiskur frá fiski til fisk. Vanliga er hann grábrúnur, men eisini dimt stálgráur, reyðgráur, sandgráur ella reyðbrúnur. Serliga kallfiskarnir eru ofta dimmstálgráir.
Lýsing: Skrubbhávur er rundligur um kroppin, tjúkkastur um bulin.
Hann hevur tvær ryggfjaðrar umleið somu stødd, men skapið er ymiskt, tann fremra heldur lægri og longri, hin aftara nakað tríkantað og hægri. Innara hornið á uggafjaðrunum er nærum rættvinklað. Hvítgráur píkur er framman fyri báðar ryggfjaðrarnar, tann aftari er heldur størri.
Høvdið er umleið 17% av heildarlongdini. Gronin hevur nakað hvassar kantar, er stutt, bert lítið longri enn eygnaholulongdin. Hann er gráhvítur inni í kjaftinum. Tenninar eru í yvirkjaftinum spískar í 2-3 røðum. Í undirkjaftinum sagtenn í tveimum røðum. Eyguni eru stór og andahol er aftan fyri tey.
Skræðan er ruflut, tent, og tað kennist sum perludúkur, tá strokið verður aftur eftir fiskinum, og hakar í, tá ið strokið verður fram eftir fiskinum.
Eyðkenni: Skapið á ryggfjaðrunum, hornið á uggafjøðurini, stutta gronin, fastur og stívur at føla, ’tungur’ fiskur.
Týdningur: Skrubbhávur verður seldur á fiskamarknaðunum í Evropa.
da: Brun pighaj, en: Leafscale gulper shark, fr: Squale chagrin de l’Atlantique, ís: Rauðháfur, no: Brunhå, tý: Brauner Dornhai
SkrubbhávarSqualiformes
Hesin hópurin hevur 6 ættir, 24 slektir og 97 sløg.
Fiskar úr øllum 6 ættunum eru at fáa undir Føroyum, og tær hava her 10 slektir og 12 sløg:
- Hávaættin (Squalidae)
- Skrubbhávaættin (Centrophoridae)
- Ljóshávaættin (Etmopteridae)
- Svøvnhávaættin (Somniosidae)
- Hornhávaættin (Oxynotidae)
- Brandhávaættin (Dalatidae)
Skrubbhávarnir hava andahol og 5 táknarivur. Teir hava tvær ryggfjaðrar, summi sløg við píkum frammanfyri, onnur uttan. Teir hava ikki gotfjøður, og eingir kjalir eru á klingruni.
Teir liva um øll høv, bæði djúpt og grunt.