Útbreiðsla: Slætta langasporl er sunnan fyri Íslandsryggin og út av bankunum vestanfyri. Gjøgnum hellingina til Angola í Afrika. Í Miðjarðarhavinum, við Asoroyggjar og Madeira. Er eisini í Vesturatlantshavinum, frá Nýfundlandi til Norðurbrasil.
Slætta langasporl (langasporlsættin)
Nezumia aequalis (Günther, 1878)
Stødd: Slætta langasporl verður í mesta lagi 36 cm langt.
Dýpi: Tað er úr 200 m niður á 2300 m.
Litur: Tað er viólblátt í svartblátt og svartleitt um høvdið. Veikur silvurlitur er um búkin og undir sporlinum.
Teinar: R1 12-13; U 18-21; B 8-9.
Lýsing: Slætta langasporl hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er lítil men høg. Tann aftara fjøðurin er heilt lág og long, byrjar frammi undir teirri fremru, niðurløgdu ryggfjøðurini og gongur heilt út á sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurini.
Gotið situr mitt undir fremra ryggfjøðurfesti, og gotfjøðurin byrjar beint aftanvert gotið og gongur heilt aftur um sporlsendan. Stertur er eingin. Langar teinar fremst á búkfjaðrunum. Stykkið frá trantinum til fremru ryggfjøður er mest sum ein bein linja.
Tað hevur lítið, upprent høvd og stór eygu. Høvdið er sett við hvassari roðslu, tó ikki á einum lítlum petti undir trantinum, sum er roðsluleyst. Tað hevur lítla finnu. Kjaftklovin kemur næstan til aftaru rond á eygunum. Tað hevur ‘beinkamb’ undir eygunum. Fiskurin er hægstur við fremra kantin á fremru ryggfjøður.
Eyðkenni: Fremsti teinur í fremru ryggfjøðurini er „tentur“ frameftir. Uggafjaðrarnar eru heldur fremri enn fremra ryggfjøður. Kennist m.a. frá kubbuta og rísna langasporli á tí, umframt á litinum og støddini, at gotfjøðurin byrjar fremri.
Týdningur: Slætta langasporl hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Glat skolæst, en: Smooth grenadier, ís: Litli langhali, no: Høyrygget skolest