Skip to main content

Útbreiðsla: Smáoygda havmús er á bankum og tindum úti á víðum havi. Í Eysturgrønlandi og Vesturgrønlandi. Undir Íslandi og Føroyum til Portugals. Vestanfyri úr Nýfundlandi til Cape Cod. Er helst eisini enn longur suðureftir. Undir Føroyum er hon at fáa vestanfyri og sunnanfyri.

Smáoygda havmús (havmúsaættin)
Hydrolagus affinis (Capello, 1868)

Stødd: Smáoygda havmús verður upp í 130 cm long.

Dýpi: Hon er úr 300 m niður á 2400 m dýpi.

Litur: Hon er myrkt brún-viólblá, fjaðrarnar eru bleikari og kantarnir eru myrkir.

Lýsing: Smáoygda havmús er tjúkk um bulin, smalkar frá gotinum og aftureftir. Stórar uggafjaðrar. Tvær ryggfjaðrar, tann fremra er høg og stutt við ramligum píki frammanfyri. Hin aftara er long og lág. Tvær smáar halafjaðrar, onnur yvir, hin undir, renna saman í ein stuttan hala aftast. Tann ovara er týðiliga leys av ryggfjøðurini við einum gloppi. Hin niðara er bæði gotfjøður og halafjøður.

Hon hevur stutt høvd, spíska, sermerkta gron. Kjafturin er lítil, og hon er granartjúkk. Hon hevur smá eygu. Hon hevur sansigagnsstrikur um stóran part av høvdinum.

Eyðkenni: Smáoygda havmús líkist havmús, men hevur stuttan hala. Uggafjaðrarnar lagdar aftur við kroppinum røkka ikki aftur til búkfjaðrarnar. Kjafturin er fremri enn eyguni.

Týdningur: Hon hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Småøjet havmus, en: Smalleyed rabbitfish, fr: Chimére á petit yeux, ís: Stuttnefur

HavmýsChimaeriformes
Í hesum hópinum eru 3 ættir við 6 slektum og 33 sløgum.
Av teimum eru við Føroyar 2 ættir við 4 slektum og 5 sløgum:
Nasahavmúsaættin (Rhinochimaeridae)
Havmúsaættin (Chimaeridae)

Havmýsnar skilja seg frá øðrum bróskfiskum m.a. við at hava eitt kápuskapilsi
uttan á táknunum.

Havmýsnar eru bulmiklar og hava ikki stert. Tær hava tvær ryggfjaðrar. Stóran
pík við fremru ryggfjøðurina. Tær hava ikki roðslu. Kallfiskarnir hava ein flytiligan
og krókskapaðan útvøkstur í enninum.

Havmýsnar liva um øll høv, niður á stór dýpi.