Skip to main content

Útbreiðsla: Undir Føroyum er tað fingið við bankarnar vestanfyri. Tað er úr Hetlandsrennuni til Asoroyggjarnar, Vestur- og Suðurafrika. Í vestara parti av Atlantshavinum er tað úti fyri Virginia, í Karibiahavinum til Norðurbrasil.

Spíska langasporl (langasporlsættin)
Caelorinchus occa (Goode & Bean, 1885)

Stødd: Spíska langasporl verður í minsta lagi 50 cm langt.

Dýpi: Benthopelagiskt millum 400 m og 2200 m.

Litur: Tað er myrkabrúnt um kroppin, dimmast undir høvdinum. Tað er svart inni í kjaftinum og í kápuholuni. Royggið er svart.

Teinar: R1 9-11; U 17-20; B 7.

Lýsing: Spíska langasporl er langur fiskur, spískur í báðum endum og tjúkkastur um uggarnar. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, fremra er lítil og nakað høg, har annar teinur er ein slættur, liðiligur píkur. Aftara er long og lág, leys frá teirri fremru við lítlum gloppi. Uggafjaðrarnar og búkfjaðrarnar eru heldur smáar. Tað hevur ikki stert. Roðslan hevur smáar naddar. Einki nakið ella svart stað er undir búkinum. Tað hevur spískan og langan trant. Tranturin er umleið helvtina av høvuðlongdini. Høvuðlongdin er um 26% av heildarlongdini. Tað hevur hvassan kant úr trantinum, undir eygunum til inn á kápuna. Høvdið er roðslut omaná. Tað hevur lítla finnu. Kjafturin er lítil, og hann situr undir fremra parti av eyganum. Tað hevur ikki táknatindar á fremsta boga. Strikan er nakað bogað yvir uggafjøðurini.

Eyðkenni: Langi tranturin við hvøssu kantunum. Svart inni í kjaftinum, svart royggj og svarta táknaholu.

Týdningur: Tað hevur ikki vinnuligan týdning.

en: Spear snouted grenadier, no: Piggskjellet skolest