Útbreiðsla: Sporllangi úlvfiskur er frá Svalbarði suður til Íslands og Føroya. Hann er í Hetlandsrennuni suður til Bankaryggin, og í Davisfirði.
Sporllangi úlvfiskur (úlvfiskaættin)
Lycodonus flagellicauda (Jensen, 1902)
Stødd: Sporllangi úlvfiskur verður upp í umleið 22 cm langur.
Dýpi: Hann er bert fingin á dýpum millum 800 m og 2000 m.
Litur: Hann er javnt brúnur, grábrúnur. Ungir fiskar hava sterkan bláan lit um búkin. Hann hevur myrkt royggj.
Teinar: R 101-109; G 97-103; U 15-17.
Lýsing: Sporllangi úlvfiskur er langur og klænur fiskur. Strikurnar eru tvær, men tær eru ótýðiligar, serliga tann ovara. Tann niðara gongur av nakkanum yvir uggafjøðurini til fremra enda á gotfjøðurini og eitt sindur afturfrá. Hin er frá sporlsendanum fram til gotið. Hann hevur eina ryggfjøður og eina gotfjøður, sum renna saman aftast á sporlsendanum. Stertur er eingin. Ryggfjøðurin byrjar yvir aftasta triðingi á uggafjøðurini. Tvørskurðurin av kroppinum er nærum rundur, uttan aftast, har hann smalkar eitt lítið sindur.
Av heildarlongdini er: kroppshæddin við fremra enda á gotfjøður 3,5-4,5%, longdin av gronini til fremra enda á gotfjøður 24- 28%, av gronini til ryggfjøðurina eru 18- 21%, høvdið er 13-15%. Høvdið er breitt og flatt. Kjafturin situr væl inni undir gronini og kemur aftur til fremru rond á eyganum. Hann hevur stórar poknur í yvirkjaftinum og undirkjaftinum. Sum tann einasti av úlvfiskunum, hevur sporllangi úlvfiskur smáar beinplátur fram við festunum á ryggfjøðurini og gotfjøðurini.
Eyðkenni: Hesin úlvfiskurin hevur mest sum rundan tvørskurð. Beinpláturnar við fjøðurfestini.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Piskehalet pladebrosme, ís: Aurlaki – Leðjuláki, no: Spisshalet ålebrosme