Útbreiðsla: Steinbítur er vanligur undir Føroyum, Íslandi og í Grønlandi frá Ittoqqortdormiit í Eysturgrønlandi til Disko. Annars er hann frá Novaja Semlja, Svalbarði, í Hvítahavinum og suður til Ermarsund. Vestanfyri er hann við Baffinsoynna og Labrador til Cape Cod.
Steinbítur (steinbítaættin)
Anarhichas lupus Linné, 1758
Stødd: Steinbítur verður upp í 150 cm langur, vanliga minni enn 110 cm.
Dýpi: Hann er úr fjøruni og út á meira enn 500 m dýpi.
Litur: Um bakið og síðurnar er hann blágráur við 11-12 myrkum tvørbondum. Hann er ljósari undir búkinum. Viðhvørt er steinbítur brúngrønligur.
Lýsing: Steinbítur er nakað mjávaksin fiskur, hann er hægri, enn hann er breiður. Hann hevur eina langa ryggfjøður av nakkanum aftur í klingruna. Hann hevur eina gotfjøður frá gotinum aftur í klingruna. Báðar eru leysar úr stertinum. Gotfjøðurin er umleið 2/3 so long sum ryggfjøðurin. Sterturin er rundaður aftan og er rættiliga lítil eftir støddini á fiskinum. Hann hevur stórar, rundar uggafjaðrar og ongar búkfjaðrar.
Høvdið er lítið og rundleitt, eitt sindur kubbut við stuttari, rundari gron. Hann hevur ógvuliga sterkan kjaft, við avrundaðum og framstandandi tonnum, og hann bítur fast. Eyguni eru smá og sita rættiliga tætt saman ovarlaga á heysinum.
Eyðkenni: Serliga tær myrku tvørstrikurnar og tann grábláa skræðan. Sterku tenninar, og tað, at hann bítur ógvuliga fast.
Týdningur: Steinbítur er virðismikil fiskur, sum verður seldur á fiskamarknaðunum, eisini í Føroyum.
da: Havkat, en: Catfish, fr: Loup de mer, ís: Steinbítur, no: Gråsteinbit, tý: Katfisch
Sí myndir og videoklippher.