Skip to main content

Útbreiðsla: Strentingur er frá Bretagne um Bretsku Oyggjarnar til Føroya. Frá Tromsø suður til Danmarkar og inn í Eystarasalt.

Strentingur (kombikkættin)
Spinachia spinachia (Linné, 1758)

Stødd: Strentingur verður upp í 22 cm langur. Undir Føroyum verður hann neyvan størri enn 16,5 cm.

Dýpi: Strentingur er inni við land, í taranum.

Litur: Eftir umstøðunum er hann brúnligur ella grønligur. Dimmar tvørstrikur eftir síðunum. Hann er grønhvítur undir búkinum.

Teinar: R1 XIV-XVI; R2 7(6-8); G 7 (6-8); U 10.

Lýsing: Strentingur er langur og klænur, tjúkkastur við gotið. Frá eygunum út í gronina er umleið tað sama sum hæddin á kroppinum, har hann er hægstur. Gotfjøðurin situr mest sum beint undir ryggfjøðurini, og fjaðrarnar eru nærum eins til støddar. Sporlið er heilt klænt og endar í einum lítlum, avrundaðum sterti. Á bakinum eru 14-17 týðiligir og spískir píkar frá ryggfjøðurini fram móti nakkanum. Ein píkur er beint framman fyri gotfjøðurina, og búkfjaðrarnar eru smáar og hava ein lítlan pík. Høvdið er langt og spískt. Kjafturin er lítil, upprendur. Hann hevur undirbit. Ein „kjølur“ er mitt eftir bakinum og ein á hvørji lið, og tí er hann í tvørskurði nærum fimmkantaður.

Eyðkenni: Nógvu píkarnir á bakinum og langa kropsskapið.

Týdningur: Strentingur hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Tangsnarre, en: Fifteenspined stickleback, fr: Epinoche de mer, no: Tangstikling, tý: Seestichling  

NálafiskarGasterosteiformes

Í nálafiskahópinum eru 11 ættir, ið hava 71 slektir og 278 sløg.

Undir Føroyum eru 2 ættir, ið hava 5 slektir og 5 sløg:

  • Kombikkaættin (Gasterosteidae)
  • Nálafiskaættin (Syngnathidae)

Hesin hópurin hevur mest smáar fiskar, onkur verður tó upp í 65 cm til longdar. Flestu eru nakað klænir og onkur nakað bøllutur.

Summir hava píkar í ryggfjaðrunum, og á nøkrum eru búkfjaðrarnar vorðnar til píkar. Onkur sløg hava ikki uggafjaðrar ella búkfjaðrar.

Teir hava ikki roðslu, men eru partvíst klæddir við beinplátum.

Teir liva bæði í feskvatni, blandingsvatni og saltvatni, har teir eisini gýta. Hóast smáir, og við lítlari kroppsvekt, so eru teir ofta langt til havs. Teir liva í Atlantshavinum, Kyrrahavinum og Indiahavinum.