Útbreiðsla: Stuttskeggjað langasporl er úr Grønlandsfirði og undir Íslandi eystur til Føroya. Suðureftir til Asoroyggjarnar og Portugals. Tað er eisini við eysturstrendur Norðuramerika. Er tvær reisir fráboðað av leiðunum vesturi við Lúsabanka og Ytrabanka.
Stuttskeggjað langasporl (langasporlaættin)
Coryphaenoides brevibarbis
(Goode & Bean, 1896)
Stødd: Stuttskeggjað langasporl verður í minsta lagi 35 cm langt.
Dýpi: Tað er við botnin og uppi í sjónum úr 1500 m niður á 3200 m dýpi.
Litur: Tað er bleikt brúnt. Granar, kjaftur, royggj og táknaholur eru svørt.
Teinar: R1 9-10; U 18-20; G 8-9;
Lýsing: Stuttskeggjað langasporl er heldur mjávaksin fiskur, hægst við fremru ryggfjøður, mjækkar skjótt frá bulinum, aftur í sporlsendan.
Stertur er eingin. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, tann fremra er lítil, høg og tríkantað, fremsti teinur er serliga høgur. Hin aftara er long og lág og gongur aftur í sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurini. Gotfjøðurin er longri enn aftara ryggfjøður og er úr gotinum aftur í sporlsendan. Gotið er undir aftara enda á fjøðurfestinum á fremru ryggfjøður. Tað hevur smáar uggafjaðrar og smáar búkfjaðrar.
Høvdið er um 20% av heildarlongdini. Stuttskeggjað langasporl er breitt millum eyguni, meira enn 25% av høvuðlongdini. Kjafturin er stórur og er fremst undir gronini. Lítil finna er undir undirkjaftinum, minni enn eygnatvørmátið. Tað hevur smá eygu, og kjaftklovin kemur aftur undir tey. Tranturin gongur mest sum beint upp úr yvirkjaftinum, og høvdið er haðani í einum jøvnum boga aftur á nakkan.
Eyðkenni: Mjáa vakstrarlagið. Búkfjaðrarnar eru fremstar av fjaðrunum.
Týdningur: Tað hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Butsnudet skolæst, en: Shortbeard grenadier, ís: Mjóhali