Útbreiðsla: Svartaskøta er í suðurhellingunum undir Íslandi, í hellingunum vestan fyri Føroyar og Bretsku Oyggjarnar. Inni í firðunum í Mið- og Suðurnoregi og í hellingunum vesturav.
Svartaskøta (skøtuættin)
Dipturus nidarosiensis Storm, 1881
Stødd: Kvennfiskar verða upp í 200 cm langir, kallfiskar upp í 175 cm.
Dýpi: Svartaskøta er úr 200 m niður á 1000 m dýpi.
Litur: Hon er brún ella grábrún á bakinum. Undir búkinum er hon myrkabrún til blágrásvørt, skitin kokslitt við nógvum smáum svørtum blettum. Fiskurin er sliputur við svartari slipu, sum lutvíst fjalir rætta litin.
Lýsing: Gronin á henni er long, umleið 4,5 ferðir ennibreiddina. Aftan fyri ravaendarnar er kroppurin mest sum í einum hálvboga útúr. Ravakantarnir framman eru innbendir. Halin er um 40-44% av heildarlongdini. Svartaskøtur upp í umleið 160 cm hava eitt rað av píkum mitt eftir halanum. Størri skøtur hava eisini eitt rað av píkum hvørjumegin miðjuna á halanum, annars slættar omaná. 1-3 smáir píkar eru millum ryggfjaðrarnar. Píkar eru við eyguni. Undir halanum er hon sløtt. Undir búkinum er hon annars hvøss.
Eyðkenni: Myrk undir búkinum við smáum blettum. Bert skøta (D. batis) hevur eisini slíkar svartar blettir. Granarlongdin er umleið 33% av skivubreiddini.
Týdningur: Svartaskøta hevur lítlan ella ongan vinnuligan týdning.
da: Sortbuget rokke, en: Norwegian skate, fr: Pocheteau de Norvège, ís: Þrændaskata, no: Svartskate, tý: Schwartzbauchrochen
Skøtur Rajiformes
4 ættir eru í hópinum, 32 slektir og 285 sløg.
Við Føroyar er bert tann eina ættin, og hon hevur 8 slektir og 14 sløg:
- Skøtuættin (Rajidae)
Skøturnar eru eyðkendar við sínum flata kropsskapi, spísku gron og langa hala,
oftast við nógvum píkum eftir baki og hala.
Kjafturin og táknaopini eru á blindusíðu, meðan eyguni og andaholini eru á eygnasíðuni.
Undir Føroyum eru skøturnar bert í sjónum, men aðrastaðir eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í blandingsvatni.
***
Í stuttum um skøtur:
Halin á skøtu er í veruleikanum aftari partur av rygginum. Hann verður tó nevndur hali millum manna, og eisini her.
Ryggfjaðrarnar eru aftarlaga á halanum, og sterturin bara hómast aftast.
Ravarnir eru í veruleikanum uggafjaðrarnar, sum við tíðini hava fingið tað skapið,
teir hava nú.
Eins og aðrir bróskfiskar, hava kallfiskarnir tvey útvortis makingargøgn hangandi
aftur úr sær, eitt hvørjumegin halarótina.
Undir Føroyum eru skrásett 14 skøtusløg.