Útbreiðsla: Hann er um alt Landnyrðingsatlantshavið, norður til Íslands og Finnmørkina og nakað inn í Miðjarðarhavið. Hann fæst av og á undir Føroyum, kanska serliga sunnanfyri og vestanfyri. Frá Labrador til Bermuda. Í Suðuratlantshavinum, Indiahavinum og Kyrrahavinum.
Svartfiskur (svartfiskaættin)
Centrolophus niger (Gmelin, 1788)
Stødd: Svartfiskur sigst at kunna verða upp í 150 cm langur, men undir Føroyum hevur eingin verið longri enn 60-70 cm. Undir Íslandi 95 cm.
Dýpi: Hann er bæði uppi í sjónum og við botnin, niður á 650 m.
Litur: Hann er svartur við einum farra av gráum ella brúnligum uppií. Undir búkinum er hann eitt sindur ljósari.
Teinar: R 37-41; G 20-25.
Lýsing: Svartfiskur er smalur og nakað hávaksin. Hann hevur eina langa ryggfjøður, eina langa gotfjøður og stóran, sýldan stert. Strikan er bogin yvir uggafjøðurini. Hann hevur lítlan kjaft, og gronin er eitt sindur longur enn eygnatvørmátið. Kjaftklovin røkkur til fremru rond á eygunum. Høvdið er umleið eins langt og kropshæddin við gotið. Fremri endi á ryggfjøðurini er aftari enn uggafjøðurfestið.
Eyðkenni: Tann dimmi liturin, rundleidda gronin og tunnvaksni kroppurin.
Týdningur: Svartfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Sortfisk, en: Blackfish, fr: Centrolophe noir, ís: Svarthveðnir, no: Svartfisk, tý: Schwarzfisch