Útbreiðsla: Hann er í Grønlandshavinum, Barentshavinum, í havinum norðan fyri og eystan fyri Føroyar og Ísland og í Davisfirði.
Svarti súgfiskur (súgfiskaættin)
Paraliparis bathybius (Collett, 1879)
Stødd: Svarti súgfiskur verður upp í umleið 27 cm langur.
Dýpi: Hann er í kalda sjónum norðanfyri bæði við botnin og uppfrá úr 600 m niður á 2000 m.
Litur: Hann er svartbrúnur, uggafjaðrarnar og høvdið hava ein farra av blásvørtum liti.
Lýsing: Hóast súgfiskur, so hevur hann ikki súgvikopp undir búkinum, men hevur í staðin búkfjaðrar, ið sita heilt frammi undir øsinum. Høvdið er um 20%, ella minni, av standardlongdini. Táknaopini eru smá og sita oman fyri uggafjaðrarnar. 3-4 teir niðastu teinarnir í uggafjaðrunum eru berir. Uggafjaðrarnar røkka aftur til gotfjøðurina. Hann hevur heilt lítlan stert. Skræðan er sløtt og hálvavegna gjøgnumskygd. Helst eru sløg í polarhavinum, ið eru nær í ætt við henda fiskin.
Eyðkenni: Stødd, litur, og hann hevur ikki súgvikopp. Tveir nasagluggar.
Týdningur: Svarti súgfiskur hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Arktisk dybhavsringbug, ís: Úthafssogfiskur, no: Svart ringbug