Útbreiðsla: Tarasproti er undir Føroyum, tó er hann sjáldan at síggja. Hann er frá Tromsø til Kattegat, undir Bretsku Oyggjunum, suður við strondum Evropa til Portugals, í Miðjarðarhavinum og Svartahavinum. Við Vesturafrika til Senegal. Møguliga eisini við Suðurafrika.
Tarasproti, stór sjónál (nálafiskættin)
Syngnathus acus Linné, 1758
Stødd: Tarasproti verður upp í 50 cm langur.
Dýpi: Hann er úr fjøruni og út á 116 metra dýpi.
Litur: Hann er brúnur við óregluligum myrkabrúnum, grønligum ella svørtum blettum ella krossaðum bondum á bakinum. Hann er ljósari brúnur undir búkinum. Undir høvdi og sporli er hann rómalittur. Ryggfjøðurin er brúnblettut.
Lýsing: Tarasproti er langur og klænur. Sterturin er lítil, ryggfjaðrarnar og uggafjaðrarnar eru eisini smáar, men týðiligar. Frá uggafjøðurini til gotið eru 17-21 ringar tvørtur um kroppin, og frá gotinum til stertin eru 38-43. Høvdið er langt, og tranturin er meira enn helvtin av høvuðlongdini.
Eyðkenni: Ringarnir og tann klæni, langi kroppurin. Langi tranturin og fjaðrarnar.
Týdningur: Hann hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Stor tangnål, en: Great pipefish, fr: Aiguille de mer, ís: Stóri sæprjónn, no: Stor kantnål, tý: Grosse Seenadel