Skip to main content

Útbreiðsla: Toskur er báðumegin Atlantshav. Í Barentshavinum frá Novaja Semlja og Svalbarði til Jan Mayen og suður til Biskeiavíkina. Í Eystarasalti, donskum sjógvi, í Norðsjónum, undir Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Frá Labrador til North Carolina.

Toskur (toskaættin)
Gadus morhua Linné, 1758

Stødd: Toskur verður upp í 180-200 cm, vanliga 50-120 cm.

Dýpi: Hann er úr vatnskorpuni niður á í minsta lagi 600 m. Er mest við botnin, men er ikki óvanligur uppi í sjónum.

Litur: Vanligi liturin er grábrúnur, gulgrønur um bakið og síðurnar, settur við tøttum, dimmum, gráligum ella brúnligumblettum. Undir búkinum er hann ljósur, hvítur ella gráhvítur. Men eisini aðrar litir hevur hann, t.d. dimmbrúnur (flotfiskur), reyðbrúnur (í taranum). Strikan er hvít/ gráhvít.

Teinar: R1 14-15; R2 18-22; R3 17-20; G1 19-23; G2 17-19.

Lýsing: Toskur hevur tríggjar ryggfjaðrar og tvær gotfjaðrar, ið allar eru nakað avrundaðar í skapi. Strikan er nakað bogin yvir uggafjøðurini. Hann er klænur um klingruna, og sterturin er beinur aftan. Hann hevur yvirbit. Finnan er líka long sum eygnatvørmátið. Gotið er undir fremra enda á mittastu ryggfjøðurini. Kjaftklovin kemur aftur undir fremru trom á eygnasteininum.

Eyðkenni: Strikan og smáu blettirnir eru góð eyðkenni.

Týdningur: Toskur er virðismikil fiskur og verður nógv veiddur.

ES: Størsti toskur veiddur undir Føroyum var 143 cm langur.

Ein næstan 2 metra langur toskur, sum vá 73 kg, varð fingin í Nýfundlandi í 1926. Gunnnar Jónsson sigur í bókini „Íslenskir fiskar“ um stóran tosk: Í 1940 í Barentshavinum er veiddur toskur, sum var 169 cm og vá 40 kg. Hetta var 24 ára gamal rognafiskur. Størsti toskurin veiddur undir Íslandi var 167 cm.

da: Torsk, en: Cod, fr: Cabillaud, ís: Þorskur, no: Torsk, tý: Dorsch

Sí myndir og videoklipp her.