Útbreiðsla: Undir Føroyum er trantlangasporl fingið við bankarnar vestanfyri og í Rósugarði. Er annars í hellingunum sunnan fyri Ísland, á Hattonbanka og vestan fyri Írland. Tað er eisini í Davisfirði til Labrador.
Trantlangasporl (langasporlsættin)
Trachyrincus murrayi Günther, 1887
Stødd: Trantlangasporl verður upp í 40 cm langt.
Dýpi: Tað er úr um 400 m niður á góðar 1600 m.
Litur: Tað er grábrúnt um allan kroppin, kanska heldur ljósari undir búkinum.
Teinar: R1 11 (10); U 21; B 7.
Lýsing: Trantlangasporl er sporlklænur fiskur. Tjúkkast er tað fremst um bulin. Tað hevur tvær ryggfjaðrar, fremra heldur høg og tríkantað. Aftara long og lág og kemur aftur á sporlsendan, har hon rennur saman við gotfjøðurina. Stertur er eingin. Gloppið millum ryggfjaðrarnar er so mikið stutt, at fremra ryggfjøður røkkur niðurløgd inn yvir ta aftaru. Gotfjøðurin er bert eitt vet styttri enn aftara ryggfjøður. Høvdið er um 27-29% av heildarlongdini. Tað hevur spískan trant og skarpar kantar á síðunum. Teir koma aftur hagar, kápan byrjar. Roðslan er rættiliga hvøss. Finnan er lítil.
Roðslan mitt oman á bakinum og mitt undir búkinum hevur størri píkar, einir 8-10 slíkir eru á bakinum aftari enn gotið, og 5-11 undir búkinum, aftan fyri gotið. Strikan er ovarlaga á síðuni.
Eyðkenni: Trantlangasporl hevur langa, framstandandi og spíska gron, við hvøssum kantum. Uggafjaðrarnar eru ájavnar við fremru ryggfjøður. Tað hevur hvassa roðslu um bakið og undir búkinum.
Týdningur: Trantlangasporl hevur ikki vinnuligan týdning.
da: Murrays skolæst, en: Murray’s longsnout grenadier - Roughnose grenadier, ís: Langhalabróðir