Skip to main content

Útbreiðsla: Í Føroyum er hesin fiskur bert skrásettur einaferð. Undir Noregi er hann frá Tróndheimi til Skagerrak. Hann er vestan fyri Bretsku Oyggjarnar til Gibraltar, í Miðjarðarhavinum eystur í Adriahavið. Hann er við Asoroyggjarnar, Grønhøvdaoyggjarnar og Kanariuoyggjarnar.

Tvísygul (tvísygulsættin)Diplecogaster bimaculata bimaculata
(Bonnaterre, 1788)

Stødd: Tvísygul verður upp í 6 cm langur.

Dýpi: Hann er lítið kendur, men er fingin úr 5-10 metrum niður á meiri enn 100 metra dýpi.

Litur: Hann hevur skiftandi litir, tó oftast sera skínandi. Oftast er hann reyður við nógvum bláum, viólbláum, brúnum og gulum blettum. Hann hevur oftast ein stóran reyðan ella dimman blett á hvørji lið, beint aftan fyri uggafjøðurina.

Teinar: R 5-7; G 4-6; U 23 (+); St 9-10.

Lýsing: Búkfjaðrarnar eru umskapaðar til ein tvídeildan súgvikopp fremst undir búkinum. Hann hevur eina ryggfjøður aftarlaga á sporlinum, og ein, heldur minni, gotfjøður er beint undir. Hann hevur stórar uggafjaðrar, tætt teinaðar í ovara parti, ótættari niðari, og avrundaðan stert. Høvdið er at kalla tríkantað. Hann hevur smá táknaop og langt sporl. Kroppurin er breiðastur um uggafjaðrarnar.

Eyðkenni: Støddin og tvídeildi súgvikoppurin.

Týdningur: Tvísygul hevur ikki vinnuligan týdning.

da: Toplettet dobbeltsuger, en: Twospotted sucker, fr: Lepadogastere a deux taches, no: Dobbeltsuger, tý: Ansauger