Alt valdið til fólkið
Føroyar hava fólkaræði sum stjórnarskipan. Vit hava fræls val, har fólkið velur fólk at stýra landinum.
Vit skilja ímillum beinleiðis og umboðandi fólkaræði. Í bólkum/felagsskapum, har fá fólk eru, ber til at hava beinleiðis fólkaræði. Har kunnu øll, sum vilja, møta upp og siga sína meining og vera við at taka avgerðirnar. Gamla Athen hevði beinleiðis fólkaræði.
Nú á døgum hava nógv lond í heiminum umboðandi fólkaræði. Tað merkir, at fólk velja eitt umboð, sum umboðar tey sjónarmið og teir tankar, sum tú sjálvur hevur.
Abraham Lincoln, sum var amerikanskur forseti frá 1861-1865, segði soleiðis um fólkaræði: ”Fólkaræði frá fólkinum, við fólkinum og fyri fólkið.”