Kommunuval fjórða hvørt ár
Vit velja kommunustýri fjórða hvørt ár. Veljarin atkvøður fyri einum persóni, sum er uppstillaður á einum lista. Áðrenn valið eru uppstillingarfundir, og øll, sum eru 18 ár og eldri, hava bæði rætt og skyldu at verða á listanum. Atkvøðutalið á hvørjum lista ger av, hvussu nógv fólk av hvørjum lista verða vald í kommunustýrið.
Valrætt og valbæri til kommunuval í Føroyum hava øll tey, ið eru 18 ár og eldri og eru búsitandi í Føroyum.
Valrætt og valbæri til kommunuval í Føroyum hava eisini teir útlendingar, sum seinastu 3 árini undan valinum hava havt fastan bústað í Føroyum og eru fyltir 18 ár.
