Skip to main content

 

Á talvuni...

... er ein síða á Snar við hugskotum at brúka í undirvísingini.

 

Nýggjársrøða løgmans gamlaárskvøld 2017

01.01.2018

Undirvísingargongd til hádeild um nýggjársrøðu løgmans 2017.

(90 min. 7.-9. flokkur)

 

Førleikamál

  • At skilja, hvørji mál løgmaður, tað er samgongan, heldur hava størstan týdning í tíðini, sum kemur
  • At duga á at skyna, hvussu politiskar ella ópolitiskar røður kunnu verða brúktar at fremja boðskapin hjá einum politiskum flokki ella samgongu
  • At megna at greina partar av einari røðu og at kanna háttalagið, ið brúkt verður

  

Søga

Vanligt er, at gamlaárskvøld heldur løgmaður nýggjársrøðu. Alt síðan útvarp og seinni sjónvarp varð uppfunnið og tikið í brúk, hevur verið vanligt, at ríkisleiðarar tala til fólkið. Eisini drotningin heldur nýggjársrøðu. 

Fólk eru spent at hoyra, hvat løgmaður hevur at siga, og hvussu hann fer at miðla sín politiska boðskap beint nú.

Nýggjársrøðan verður send í sjónvarpinum, og vanligt er, at politikarar og serfrøðingar sleppa at gera sínar viðmerkingar í útvarpinum nakrar dagar seinni. Á Facebook er vanligt at fólk viðmerkja røðuna beinanvegin.

Men hvat halda tit um røðuna?

 

Vit fara til verka

 Farið saman í bólkar - fýra og fýra

  • Tosið saman og gerið stikkorð.
  • Var røðan, sum tit væntaðu?
  • Er løgmaður persónligur ella flokspolitiskur?
  • Hvør er vinkulin, og nær kemur "eg" fyri fyrstu ferð í røðuni?
  • Berið saman við røðuna í fjør.
  • Siterar løgmaður nakran persón?
  • Gerið serfrøðingabólkar og viðgerið hvør sítt evni

  

Vit spyrja

  • Hvat er evnið, tit viðgera?
  • Hvussu viðger løgmaður henda partin? Eftirmetir hann 2017? Sigur hann, hvørjar ætlanirnar eru fyri 2018? Ella ger hann okkurt heilt annað?
  • Hevur løgmaður ein boðskap? Um so er, hvør er boðskapurin?
  • Hvussu miðlar løgmaður boðskapin? Tosar hann til lurtarans álit, skil ella kenslur?
  • Eru tit samd við løgmanni um henda partin av røðuni?
  • Er tað lætt at síggja, hvørjum politiskum flokki løgmaður er partur av? Nevn dømi, um tit halda at so er.
  • Hvussu er pallurin hjá løgmanni? Hvar situr hann? Hvílur hann í støðuni, so hon kenst natúrlig? Hvønn týdning kunnu ljósið og borðflaggið sigasta at hava?

 

Farið aftur til høvuðsbólkarnar og greiðið frá.

 

Eftirmeting - allur flokkurin

  • greiðið stutt frá niðurstøðunum í bólkunum
  • tosið um, hvørt røðan livir upp til tað, sum tit í byrjanini hildu var ein góð nýggjársrøða

 

Annað tilfar

 

Vit gera eitt serfrøðingaráð

 

Hesin arbeiðsháttur er góður, tá ið eitt evnið skal verða lýst á ymiskan hátt, ella tá ið evnið setur ymiskar spurningar, og tíðin er knøpp. Við at nýta henda arbeiðsháttin, fáa øll vitan um umrøddu evnini - og tað gongur skjótari. Samstundis fáa tit venjing í at arbeiða í bólkum.

 

Soleiðis gera tit:

  1. Finnið saman fýra og fýra
  2. Hvør limur í bólkinum fær eitt tal frá 1 til 4
  3. Eittararnir úr øllum bólkunum fara saman og gera ein nýggjan bólk. Tveyararnir fara saman við hinum tveyarunum o.s.fr.
  4. Í tí nýggja serfrøðingaráðnum arbeiða tit við einum givnum evni/øki, og tit gerast serfrøðingar í hesum evni/øki.
  5. Tá ið arbeiðið í serfrøðingabólkinum er liðugt, fara tit aftur til upprunaliga høvuðsbólkin.
  6. Nú greiða tit frá í skrift, ella talu, um evnini/økini, sum tit eru serfrøðingar í.

 

Viðgerið røðuna

  • Tosið saman um nýggjársrøður yvirhøvur. Hvat halda tit ger eina nýggjársrøðu góða ella minni góða? Skriva stikkorð á talvuna
  • Hvør er munurin á ólavsøkurøðuni hjá løgmanni og nýggjársrøðuni hjá løgmanni?
  • Hyggið og lurtið eftir nýggjastu nýggjársrøðuni hjá løgmanni

 

Nýggjársrøða løgmans gamlaárskvøld 2017

 

Gott kvøld, góðu føroyingar.

“Eg hevði ongantíð áður hugsað, at eg stakk út úr heildini.

Men tá eg skuldi luttaka í einari altjóða paralympiskari svimjikapping, varð orðið “brekað” brádliga sett á meg.

Hóast eg hevði livað við rørslutarni alt lívið, var tað ikki fyrr enn onnur brúktu orðið “brekað” um meg, at eg fyrstu ferð kendi meg øðrvísi. Uttanfyri”

Orðini eigur svimjarin, Katrin Dagbjartsdóttir Johansen. Í 80’unum vann hon fleiri gullheiðursmerki við paralympiska landsliðnum.

At hon sum hálvvaksin á fyrsta sinni varð kallað brekað ávirkaði kanska, hvussu onnur sóu hana. Men mest av øllum ávirkaði tað hennara egnu sjálvsmynd.

Hesum hevur hon sjálv greitt frá.

***

Hetta er eitt dømi um, hvussu tey orðaspjøldrini, vit heingja um hálsin hvør á øðrum, ávirka bæði onnur og okkum sjálv.

Og í Føroyum hava vit við málburði mangan sett mark ímillum okkum sjálv og onnur.

Í klaksvíksstríðnum fingu summi eitt ósjónligt spjaldur um hálsin: "Fimmari". Og so var tað teirra samleiki.

Vit hava eisini sett mørk millum okkum og tey, sum hoyra til aðrar trúarbólkar enn vit.

Sum hava ávís eftirnøvn.

Sum búgva aðrastaðni í landinum.

Sum hava ein annan húðarlit.

Vit hava mangan latið tað, sum er øðrvísi, - og í okkara eygum negativt - rátt fyri, hvussu vit hava sæð hvør annan.

Hetta forðar fyri samstarvi, tí tá síggja vit ikki eginleikarnar hjá teimum, vit umrøða - og tey fáa heldur ikki víst okkum, hvat tey hava bjóða.

Katrin Dagbjartsdóttir Johansen er ein av mongum føroyingum, sum ikki unnist við orðið “brekað”.

Tað skilji eg væl.

Vit eru jú meira enn tey brek, vit øll bera. Enn tey orð, sum verða fest á okkum.

Og mangan siga spjøldrini, vit nýta, meiri um okkum sjálv - enn um tey, sum vit heingja spjøldrini á.

Við orðum og spjøldrum kunnu vit hámeta ella spotta.

Vit kunnu seta virði á øll lívsins viðurskifti. Og tað ávirkar hugburðin her á landi.

***

Og hugburðurin ávirkar okkara samfelag.

Seinastu árini hevur gingið væl - og tað er ikki bara tí, at náttúran hevur spælt við. Dirvið og viljin hjá føroyingum hava umsett góðu fortreytirnar til framgongd.

At vit eru fleiri enn 50.000 føroyingar, at vit hava avlop á fíggjarlógini, og at arbeiði er til allar hendur, sigur nakað um góðu gongdina.

Á ársins síðsta kvøldi kunnu vit staðfesta, at 2017 gjørdist eitt framúr ár.

Vit hava tí allar orsøkir til at velja tey føgru orðini, tá ið vit umrøða okkara land - og hvør annan.

Men kortini gera vit ikki tað.

Okkara orðaskiftið manar mangan fram gjáir.

Kontórshavn. Framleiðsluføroyar.

Homofobar. LGBT-samgongan.

Cafélattemammur í Havn. Skiparafrúur á bygd.

Tað eru vit ímóti teimum, og tey ímóti okkum.

Vit heingja spjøldur hvør á annan - og taka støðu til hesi spjøldrini, heldur enn persónarnar, sum spjøldrini hanga á.

Men.. vit eru bara 50.000 fólk í Føroyum. Vit hava ikki ráð til at býta okkum so smátt sundur í “okkum” og “tey”.

Í stóru myndini er jú bara ein bólkur í Føroyum - og tað eru “vit”.

Øll.

50.000 fólk við ymiskum lívsvirðum og sjónarmiðum.

***

Sjálvandi skulu vit kortini kunna vera ósamd - og kjakast.

Ósemjur eru drívmegin í fólkaræðinum, og eitt lívligt og stundum hvast orðaskifti er ein grundleggjandi táttur í at byggja land.

Og vit eru mangan ósamd. Um fiskivinnu. Um sjúkrahúsverk. Um sáttmálasamráðingar. Og um pensjón.

Onkur togar henda veg og onnur toga handa veg - men framgongd er jú ongantíð ein bein linja.

Gomlu føroysku varðagøturnar eru eitt gott dømi um, at gøtan fram má skáka ymsar vegir, fyri at ØLL fáa verið við.

Ikki bara tey, sum orka best. Sum eru djarvast. Ella sum eru staðkendast.

Júst tí standa varðarnir ikki í eini beinari linju.

Tað ræður um, at øll skulu koma fram.

Og í fluttari merking er tað tað sakliga kjakið, sum flytir okkara samfelag framá.

Tíverri síggja vit bæði útspilling og særandi spjøldur í kjakinum. Serliga á sosialu miðlunum vísir tað seg vera lætt at skriva orð, sum vit ongantíð høvdu sagt andlit til andlits.

Vit mugu duga betur at vera ósamd. At taka støði í útsøgnunum hjá hvør øðrum heldur enn spjøldrunum.

Tí hóast vit eru ósamd - ella kanska serliga, tá ið vit eru ósamd - eiga vit at tosa virðiliga.

Halgabók minnir okkum fleiri ferðir á at vanda okkum um orðini.

Jákupsbrævið staðfestir, at tungan er eldur. Og Paulus áminnir okkum soleiðis: Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti.

Tað er torført. Men týdningarmikið.

Tí tá fólk tosa um “grammar reiðarar” gloyma tey, at teir mangan hava brotið slóð, skapt arbeiðspláss, stórar inntøkur og latið veldigar upphæddir til góð endamál.

Og tá ið fólk tosa um “tey øvundsjúku, alment settu”, gloyma tey, at uttan almennar skipanir var einki samfelag yvirhøvur. Uttan skúlar, sjúkrahús og vegir hevði vinnan havt munandi verri kor.

Hetta eru dømi um spjaðandi spjøldur.

Tí hvat hevur størri týdning - at fiska ella at skurðviðgera?

Tað ber ikki til at siga. Vit hava tørv á báðum. Steðgaði fiskimaðurin, rakti tað læknan. Steðgaði læknin, rakti tað fiskimannin.

Og útsøgnin hjá Katrini Dagbjartsdóttir Johansen, eigur at vera okkum  ein áminning.

Spjaldrið, sum onnur festu á hana, ávirkaði hana. Fekk hana at kenna seg uttanfyri. Setta í ein kassa, har hon ikki kendi seg heima.

***

Sjálvur kenni eg eisini til bæði spjøldur og kassar.

Eg eri klaksvíkingur í Havn, men havnarmaður í Klaksvík.

Fór blaðungur at arbeiða við fiski, men endaði sum akademikari.

Eingin okkara er bara í einum kassa. Eingin er bara eitt spjaldur.

Tað vita vit.

Men einføldu kassarnir og spjøldrini gera tað lættari at seta mark millum okkum og tey, vit ikki eru samd við.

Hetta tænir ongum.

Vit mugu tosa fólk inn í felagsskapin, heldur enn út úr felagsskapinum.

***

Men at syndra felagsskapin er júst endamálið við hugtøkum sum “Fake news” og “alternativum fakta”.

í 2017 hevur heimurin vant seg við hesi hugtøkini. Og nú yppa vit bara øksl, tá ið ósannindi verða avdúkað.

Hesum rákinum eiga vit at ganga ímóti. Heldur eiga vit at byggja á sannleikan. Tað reiðiliga. Og samanhaldið.  

Tí tá hesi virðini verða forfjónað er torført at sameinast. At semjast.

Og sum ein herfyri skemtandi tók til: “Í Føroyum snýr tað seg ikki um at finna breiðar semjur - men at finna breiðar ósemjur”

Aðrastaðni koma samgonga og andstøða javnan upp úr gjáunum, seta sundurlyndi og smáhugsan frá sær og nærkast óttaleys mótpartinum fyri at finna varandi semjur.

Hóast tey ikki fáa alt sítt ígjøgnum, so er tað teirra ábyrgd at skapa tryggar karmar um samfelagið.

Heldur taka ábyrgd fyri nøkrum, sum ikki er heilt fullkomið, enn ikki at taka ábyrgd yvirhøvur.

Her heima kemur flokkadrátturin tíverri mangan fram um viljan til at sameinast. Og her eru vit øll samsek.

Kjakstøðið hevur við sær ein mangan lítið virðiligan goragang.

Eg havi eisini varðhugan av, at føroyingar eru troyttir av skotgrøvunum.

At myndin hjá teimum flestu er munandi litríkari enn svørt/hvít.

Tí tað er sjálvandi ikki so, at alt, sum ein samgonga ger, er ringt.

Ella at alt, sum ein andstøða kemur við, er óbrúkiligt.

Mangan er tað lítið, sum skilir partarnar.

Eg vóni, at vit - øll somul - fara at taka okkum betri partar fyri.

At vit oftari hittast á miðjuni og laða varandi varðar.

***

Ein slíkur varði verður fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina, sum ætlandi skal verða í 2018.

Á fyrsta sinni kunnu vit í felag staðfesta okkara egna demokratiska grundarlag.

Endamálið við stjórnarskipanini er at finna tað, vit eru samd um, heldur enn bara at stríðast um tað, vit eru ósamd um.

Vit eru jú samd um tað mesta.

Til dømis at í Føroyum ráða føroyingar.

At fólkið skal spyrjast í týdningarmiklum málum.

At børn skulu vaksa upp undir tryggum umstøðum, og eldri skulu hava virðilig kor.

Vónandi kunnu vit tosa hóvliga saman og finna tað, sum sameinir.

***

Vit eiga eisini mong, sum dagliga sameina og byggja brýr. Ímillum rík og fátøk. Ímillum øki í landinum. Ímillum tilflytarar og føroyingar.

Felagsskapir og føroyingar, sum eru skjót við tí góða orðinum og hjálpandi hondini.

***

Tað sóu vit til dømis, tá ið eldur kom í Varðan Pelagic.

Bjargingarfeløg, fyritøkur, myndugleikar og privatpersónar gingu saman fyri at basa eldin og hjálpa, tá ið fólk flýggjaðu frá húsi og heimi.

Sterkur samhugi kom úr øllum Føroyum.

Og frá Varðanum komu fyrst orð av eyðmjúkleika og takksemi - men síðani eisini orð, sum fingu orræði og vón at rísa úr kolaðu leivdunum.

Hetta var felagsskapur, tá ið hann er bestur. Tá ið vit gerast ein sterk eind og stuðla hvør øðrum.

Latið okkum minnast tað í gerandisdegnum.

Tann einstaki hevur tørv á felagsskapinum, og felagsskapurin hevur tørv á tí einstaka.

***

Nú vit bert eru fáar tímar frá nýggja árinum, er stundin komin til at dvølja við tað, sum farið er, og tað, sum koma skal.

Seta vit kósina ímóti størri spjaðing og sundurlaðing?

Millum miðstaðarøkið og restina av landinum.

Millum tey alment løntu og tey í privatari vinnu.

Tey konservativu og tey liberalu.

Ella velja vit kósina, har vit sameinast og royna at skilja hvør annan?

Og har vit sum minstamark virða hvør annan?  

Tí virðingin - ella vantandi virðingin - ávirkar eisini næsta ættarliðið.

Og komandi ár, tá ið vit seta málmenning hjá børnum í miðdepilin, latið okkum tá minnast, hvussu tíðliga tey smáu byrja at endurtaka tey orð og spjøldur, vit so óumhugsað sleingja út.

***

Góðu føroyingar.

Fyri summi er tikkandi tíðin náðirík, tí hon spakuliga tekur okkum burtur frá tí, sum pínir.

Fyri onnur er tíðin náðileys, tí hon spakuliga førir okkum ímóti tí, vit óttast.

Men tá ið tað kemur til tíðina, hava vit einki vald.

Vit gera bert av, hvussu vit nýta avmarkaðu tíðina, okkum er tillutað.

Mín vón er, at vit í komandi ári fara at standa saman í felagsskapinum, heldur enn at spjaðast í bólkum.

At vit vera skjótari við tí góða orðinum.

Og at vit hugsa um ta stóru ávirkan, sum orð okkara hava - bæði á tey, vit royna at raka, tey, sum hoyra - og ikki minst okkum sjálv.

Í eini tíð, har vit hava allar hugsandi møguleikar, eiga vit fyrst og fremst at vera sonn. Reiðilig. Og søkja samanhaldið.

Eisini, tá ið vit eru ósamd.

Gott nýggjár, góðu føroyingar.

Gud signi Føroyar.

Aksel V. Johannesen

Løgmaður