Skip to main content

FIRST LEGO League

Kapping í náttúruvísindum og tøkni fyri børn og ung í aldrinum 10–16 ár. Í 8 vikur byggja lið ein robott og arbeiða við avbjóðingum, sum eingin vaksin veit svarið uppá.

Tað, sum liðið ger

  • Verkætlan

    Liðið velur ein trupulleika innan ársins evni, granskar hann og finnur eina loysn.

  • Tøkni

    Liðið sniðgevur, byggir og programmerar ein LEGO-robott og greiðir frá, hvussu tað gekk.

  • Robottkapping

    Á einum borði hevur robotturin 2,5 minuttir til at loysa so nógvar uppgávur sum gjørligt.

  • Básur

    Liðið ger ein bás, sum vísir gestum, hvat tey hava arbeitt við.

Kjarnuvirðini

Kjarnuvirðini eru hjartað í FLL. Tey lýsa, hvussu liðið arbeiðir saman, og ikki bara, hvat tað røkkur.

  • UppdagingVit kanna nýggjar eginleikar og hugskot.
  • SkapanVit brúka skapanarevni og ídni at loysa trupulleikar.
  • ÁvirkanVit brúka tað, vit læra, fyri at betra okkara heim.
  • UmfevnanVit virða hvønn annan og fevna okkara ymiskleika.
  • SamstarvVit eru sterkari, tá vit arbeiða saman.
  • StuttleikiVit stuttleika okkum saman í arbeiði og læring!

Søgan

Dean Kamen stovnaði FIRST í 1989. FIRST og LEGO stovnaðu FIRST LEGO League í 1998. Føroyar hava verið við síðan 2005. Kappingin verður hildin í yvir 100 londum, og útvið 1 mió. børn og ung taka lut.