… avleiðingin
Heimastýrislógin
Nývalda tingið og danska stjórnin fóru í 1947 undir samráðingar um eina loysn á stjórnarskipanarmálinum. Hesar samráðingar førdu til, at Heimastýrislógin fyri Føroyar varð lýst tann 23. mars 1948.
Í hesi lóg vóru ásett, hvørjum málum føroyingar høvdu ábyrgdina av og hvørjum málum danir umsótu vegna Føroyar.
Málini Danmark umsat vegna Føroyar kundu verða yvirtikin, tá ið føroyingar vóru klárir til tess.
Eitt, sum kom í gildi beinanvegin, var, at amtmansembætið í Føroyum varð avtikið. Vit fingu eitt ríkisumboð ístaðin, sum ikki hevur politiskt vald.
Tjóðveldisflokkurin
Tað vóru ikki øll, sum vóru glað fyri Heimastýrislógina, tá ið hon kom. Hesi fólk stovnaðu á fundi tann 22/5 og 23/5-1948 nýggjan flokk, ið m.a. skuldi arbeiða fram móti, at úrslitið av fólka-atkvøðuni skuldi setast í verk, soleiðis at Føroyar gjørdust sjálvstøðugt land.
Eftir fáum árum vaks flokkurin til at gerast ein av teimum fýra stóru flokkunum í føroyskum politikki.
Stjórnarskipanarmálið spøkir enn
Hóast vit skjótt hava havt heimastýri í 70 ár, so kenna fleiri føroyingar á sær, at málið ikki er loyst á nøktandi hátt, og tí stingur spurningurin seg upp við jøvnum millumbili.
Men tann parturin av føroyskari søgu skal ikki verða viðgjørdur í hesum høpi.

