Tingið sent heim …
Frá ammanninum kom skriv, tá ið tingið var sent heim.
C:A.Vagn-Hansen, ið var virkandi amtmaður hesa tíðina skrivar um løgtingssamtyktirnar ”um at seta sjálvstøðugt føroyskt ríki á stovn eru uttan iva ímóti grundlógini”
Vagn-Hansen vísir á, at fólkaatkvøðan í sjálvum sær ikki broytti nakað, og at einki verður broytt uttan samráðingar millum føroyingar og danir, og tískil var uppskotið hjá teimum 12 tingmonnunum, sum lagt varð fram 21/9, ið staðfesti, at stjórnaruppskotið var fallið og at loysingin hevði vunnið av dønum hervið dømt at vera ”ógyldugt”.
Niðurstøðam hjá ríkisstjórnini er, at løgtingið verður upployst, og nýval verður útskrivað.
Løgtingsvalið var hildið 8/11-1946.
Úrslitið gjørdist:
Fólkaflokkurin fekk 8 menn (-3)
Sambandsflokkurin fekk 6 menn
Valsamgongan (C og D) fekk 6 menn
Jákup í Jakupssovu stillaði upp ”uttanflokka” og slapp ikki inn.


