23/9-46 [19. tingfundurin]


Á hesum fundinum skuldi 5 mannanevndin veljast, ið fundurin fyrrapartin sama dag hevði samtykt at seta.
Andrass Samuelsen segði tá smb gerðabókini frá fundinum soleiðis: Vit betrakta tað, ið er hensiktin at gera, vera grovt forbrótilsi og vilja tí ikki vera við í nevndini.
Petur Mohr Dam legði aftrat: Javnaðarflokkurin er av tí áskoðan, at tað, ið er gjørt í áðni, er eitt brotsverk, og kann tí ikki vera við til at velja menn í hesa nevnd.
Løgtingsformaðurin viðmerkti:
Tað, ið danska stjórnin hevur kallað ”ógildugt”, verður her av formonnunum fyri sambands- og javnaðarflokkin kallað ”grovt forbrótilsi” og ”brotsverk”.
Thorstein Petersen, Richard Long og Jákup í Jákupsstovu vóru valdir í nevndina uttan atkvødðu-greiðslu, eftirsum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ongan mann skutu upp.
24/9-46[20. tingfundurin]
Hesin fundur er serligur.
Á skránni var eittans mál: Framløga av álíti í tingmáli nr. XIII-25/1946: Fólkaatkvøðan.
Í hesum áliti var Uppskot til bráðfeingis stjórnarreglur fyri Føroyar lagt fram. Seks greinar vóru í uppskotinum:
1. grein
Lógir, kunngerðir og rættarreglur galdandi, áðrenn henda lóg kemur í gildi, verða framvegis galdandi, har tað er gjørligt uttan at nerva nýskipanina.
2. grein
Lóggávuvaldið er hjá løgtinginum. Landsstjórnin staðfestir og kunnger tær lógir, ið samtyktar verða á tingi.
3. grein
Tann heimild, sum eftir galdandi lóggávu ein ráðharri hevur til skipandi at seta í gildi rættarreglur, verður flutt til landsstjórnina.
4. grein
Løgtingið hevur fíggjarræði og umsjón við landsins almennu viðurskiftum.
5. grein
Løgtingið setur 5-manna landsstjórn
Landsstjórnin hevur tað vald, ráðharrar og amt higartil hava havt.
Landsstjórnin skipar starvið limanna millum.
Skipandi stovnar, ið nú eru, halda fram, til tann føroyska landsstjórnin hevur tikið við valdi teirra.
6. grein
Hesar bráðfeingis stjórnarreglur koma í gildi beinanvegin.
Samstundis fer Bráðfeingis stýrisskipan nr. 1 frá 9. mei 1940 úr gildi.

