21/9-46 [17. tingfundurin]
Á fundinum setti Thorstein Petersen fram uppskot um at beina stjórnarskipanar- málið í eina serliga 5 mannanevnd.
Tvey av dagsins seks punktum snúðu seg eisini um avleiðingarnar av fólkaatkvøðuni.
Fyrra punktið til umrøðu, var frá teimum 12 tingmonnunum, sum høvdu ta støðu, at ”tilboðið frá donsku ríkissjórnini innan fyri danska grundlógarmark” varð fallið, ”meðan loysing Danmarkar og Føroya millum varð samtykt.”
Seinna punktið til umrøðu, var frá teimum 11 tingmonnunum, sum mótmæltu, at ”tingsins formanssæti lýsti fólkaatkvøðuna tann 14. í hesum at hava avgjørt, at Føroyar eru vorðnar eitt sjálvstøðugt ríki”.
Mótmælið eru grundað á:
1) Tá ið fólkaatkvøðan varð samtykt á tingi, vóru allir flokkar á einum máli um, at hon einans var vegleiðandi, og varð tí einki sett um, hvussu stórur lutur av atkvøðunum skuldi vera avgerandi.
2) Úrslitið av atkvøðuni gav hvørgum av uppskots-punktunum ”simplan” meiriluta og enn minni ”kvalifiseraðan” meiriluta við tað, at av teimum frammøttu veljarunum fingu:
loysing: 48,7%
stjórnaruppskotið 47,2%
nei-atkvøður og blankir seðlar 04,1%
23/9-46[18. tingfundurin]
Á fundinum varð málið um 5 mannanevndina, sum Thorstein Petersen hevði skotið upp til atkvøðugreiðslu. Atkvøtt varð við navnakalli:
Ja atkvøddu: Poul Petersen, P.Dahl, J.F.Kjølbro, Hans P. Klein, Rasmus Rasmussen, Rikard Long, Jákup í Jákupsstovu, Frederik Bláhamar, Anthonius Sørensen, Danjel P. Jacobsen, Samuel Ellefsen, Thorstein Petersen
Nei atkvøddu: Jacob E. Jacobsen, P.M.Dam, Trygve Samuelsen, Kr.Djurhuus, O.F.Joensen, A.Samuelsen, Johan Poulsen, Hans Iversen, W.Smith, Jacob Fr. Øregaard, J.P.Davidsen
Málið var sostatt samtykt við 12 atkvøðum fyri og 11 ímóti.
Javnaðarflokkurin minkar

Jákup í Jákupsstovu, varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum, tí hann í spurninginum um stjórnarskipanarmálið gjørdist ósamdur við hinar í flokkinum.
”Orsaka av, at hinir fimm tingmenn Føroya javnaðarfloks í brævi dagset 22. septembur 1946 hava loyst meg burtur úr flokki okkara, skal eg við hesum boða frá, at eg fyribils standi uttanflokka á tingi.”
[23. septembur 1946]

