Skip to main content

Síða 32/37


Fyri og ímóti …

Mótmæli frá suðuroyingum



mánadagin 16/9-1946

 

Vit krevja, at løgtingið kemur saman beinan vegin fyri at taka støðu til ta ólukku, sum nú hongur yvir okkum vegna ábyrgdarleysa politikara hazardspæl. Vit krevja, at løgtingsmenninir, ið umboða okkum, ið eru fyri ríkisfelagsskapi, fjarrita okkara loyalitet til ríkisstjóran. Vit krevja at Thorstein Petersen og Rikard Long, sum hava ført okkum út í hetta óføri, upprætta aftur tað, sum teir hava forbrotið móti føroyska fólkinum.

Hetta mótmæli móti tí atkvøðu, sum nú er fallin, verður fjarritað til løgtingsformannin í Havn og til Radioavisen, Keypmannahavn.

                            Borgarar í Suðuroy

 

  

Skriv frá Føroyingafelagi



mikudagin 18/9-1946

 

Á fólkaatkvøðuni 14. septembur tók Føroya fólk við yvirvaldsrættinum til Føroya.

Allur útlendskur yvirvaldsrættur her á landi er so statt burtur dottin.

Vit undirritaðu, staddir á fundi í Havn, vænta, at tingið í dag fremur fólkaviljan og

1) stovnar tað føroyska ríkið og kunnger Føroya fólki og ríkisstjórnini donsku hetta,

2) setur landinum demokratiska fyribilsstjórnarskipan,

3) setur landinum fyribils stjórn,

4) upploysir løgtingið, sum valt varð 6. november í fjør.

                                     (39 undirskriftir)