Fundurin 18/9-46
Ár 1946, mikudagin 18. septembur, kl. 18, varð løgtingið sett:
Allir limir vóru á fundi.
Varaamtmaðurin var á fundi.
Gerðabókin frá síðsta fundi varð lisin og samtykt.
Løgtingsformaðurin framlegði fjarrit frá løgtingsmonnunum Dam og Djurhuus um eykatingfund og bað um loyvi tingsins til at seta tingfundin í dag 18. septembur kl. 18.
Loyvið varð givið við 22-0.
Síðani kunngjørdi løgtingsformaðurin tingmonnum, at Føroya fólk við fólkaatkvøðuni 14. septembur 1946 klárt hevði givið tinginum til kenna, at alt landaræði fyri Føroyum er her á landi, og at løgtingsins skylda tí er at útinna fólksins vilja.
Tingformaðurin framlegði skriv frá Sverra Paturssyni o.fl. Dagsett 18. september 1946, til løgtingið um at skipa landið sum sjálvstøðugt ríki.
Síðani setti tingformaðurin undir umrøðu áheitanina frá Suðuroyartingmonnunum Dam og Djurhuus.
Við tað, at tann í fjarritinum frá Dam og Djurhuus nevnda áheitanin ikki lá frammi fyri tinginum, helt tingformaðurin málið vera burturdottið.
Næsti fundur verður, sum fyrr kunngjørt, leygardagin 21. septembur 1946, kl. 16, við dagsskrá, sum verður kunngjørd við uppslagi.
Fundurin lokin.
Thorstein Petersen Poul Peteren


