Skip to main content

Síða 30/37


Fyrstu metingarnar …

Danir:

Knud Kristensen

Vit hava lovað føroyingum at virða úrslitið av atkvøðuni, og tað er tað, vit mugu halda okkum til.

[í viðtali við Informatión]


Thorkild Kristensen [Fíggjarmálaráðharri

Er stjórnaruppskotið havnað, má úrslitið vera, at Føroyar aftur koma undir gomlu skipanina. Eg haldi meg síggja nýggjar torførar samráðingar fyri framman.


Christmas Møller

Eg meti her mugu nýggjar samráðingar til. Men metir Føroya Løgting fólkaatkvøðuna sum greið loysingarboð, so kunnu onnur sjálvandi ikki leggja uppí. So hevur loysingin sigrað og má ganga sína gongd.

[í viðtali við Berlingske Tidende]

Føroyingar:

Thorstein Petersen (A) í Dagblaðnum:

Nú er tað gingið út, at ”í Føroyum skulu føroyingar ráða”. Úrslitið av fólkaatkvøðuni er bindandi, og tí eigur nýval at verða útskrivað. Skilnaður má fara fram á lagaligan hátt, og tí skulu vit samráðast við donsku stjórnina.


Louis Zachariassen (D) í Tingakrossi:

Soleiðis sum eg meti úrslitið, er tað einasta, sum er hent, at stjórnaruppskotið er havnað. Eg vil hava at vita, um tað almenna Danmark hevur staðið aftanfyri uppskotið, og um tað skuldi skiljast sum eini kravboð til Føroya.


Dimmalætting: Andrass Samuelsen (B)

Løgtingið hevur skyldina, at stjórnaruppskotið ikki kom til atkvøðugreiðslu í tinginum, tí har hevði tað verið havnað, og so hevði ríkisstjórnin havt møguleika at tikið uppskotið aftur. Tíbetur kann loysingin ikki setast í verk, tá ið bert 32% høvdu atkvøtt fyri henni.


Petur Mohr Dam (C) 
í 
Føroya Sosialdemokrati (Sosialinum):

 

Taðkannhenda, at loysingingerstveruleiki; tað er hvussu er uppfataninhjádanskaforsætisráðharranum.