Hvat er fólksins vilji?

19/7-46 hevur Thorstein Petersen eina grein í Dagblaðum, har hann viðger ta fyristandandi fólkaatkvøðuna.
Tað greiðasta hevði verið, skrivar Thorstein Petersen, um spurningurin, sum lagdur verður fyri fólkið, varð orðaður soleiðis, at “ein meiriluti gjørdi, at uppskotið kom at fáa gildið beinanvegin, meðan ein minniluti mátti føra við sær, at nakað betri, tað vil siga nakað fríari, mátti finnast í okkara framtíðar stjórnarleið.
Hetta hevði man kunna gjørt, um fólk fekk møguleika at skriva “ja” ella “nei” fyri stjórnaruppskotinum umframt at kunna velja “loysing”, sigur hann; men tá ið Fólkaflokkurin skeyt tað upp, varð tað felt í løgtinginum.
Hann setur síðani fram, hvørjar reglurnar eru, sum “samgongan av sambandi og javnaði hevur ásett”:
1.Tey, ið seta kross fyri I, hava “gildugt” sagt frá, at stjórnaruppskotið eftir teirra áskoðan eigur at koma í gildi.
2.Tey, ið seta kross fyri II, hava “gildugt” sagt frá, at teirra áskoðan er, at tað skal vera loysing Danmarkar og Føroya millum.
3.Tey, ið svara “Nei” til tann spurning, ið her er settur, um at seta stjórnaruppskotið í gildi, hava “ógildugt” sagt frá, at tey ikki vilja Føroyalandi so illa, sum aftur at koma í eina støðu, ið ikki er nakað frægdari enn gamla amtsbandið.
Thorstein Petersen fer síðani undir at greina, hvørjar avleiðingar hann metir, tað kann fáa, at tað einans eru teir báðir møguleikarnir hjá veljaranum:
I – Fyri stjórnaruppskotinum
II – Fyri loysing
a) Fær II ”Loysing” meir enn 50%, má úrslitið vera loysing.
b) Fær I ”Stjórnaruppskotið” meir enn 50%, má úrslitið vera, at stjórnaruppskotið verður galdandi.
c) Fær II ”Loysing” meirilutan, men so mikið fá hava verið á valið, at einans t.d. 35% av veljarunum atkvøða fyri, meðan t.d. 25& atkvøða ímóti; hvussu skal úrslitið so fatast?
Tað er jú ikki óhugsandi, at fleiri fara á løgtingsval og tí kunnu velja eitt ting, sum er ímóti úrslitinum …
d) Somuleiðis er, um spurngingur I ”Stjórnaruppskotið” fær meiriluta, men einans 35% av veljarafjøldini við sær, og 25% fyri loysing, ”so vil tað vera sera óttafult at seta uppskotið í gildi, tí tá kann støðan verða enn meira fløkt aftaná løgtingsval.
Niðurstøða hansara er, at ”eingin eigur at sita heima”; men heitir hann samstundis á ”teir, ið einans í hesi syftu vilja taka støðu til sjálvt stjórnaruppskotið eiga at seta ”Nei” fyri spurning I.

