Arbeiðshátturin
Soleiðis arbeiða tey Vitanarfróðu
- Hvat undrar tykkum? Tað ber til at undrast á alt møguligt. Veljið ein spurning, sum tit kunnu brúka til at gera kanningar við. Nú hava tit ein spurdóm.
- Hví er tað so? Hvat halda tit, at svarið er upp á tykkara spurdóm? Skrivið nøkur uppskot til møguligar frágreiðingar. Slík uppskot verða nevnd hypotesur.
- Leggið eina ætlan Leggið til rættis, hvørjar kanningar tit vilja gera fyri at royna, um hypotesurnar passa ella ikki. Roynið gjarna fleiri kanningar fyri at fáa upplýsingar. Tit kunnu til dømis eygleiða, gera samrøður ella gera egnar royndir.
- Savnið upplýsingar Savnið saman upplýsingar, sum hava samband við hypotesur tykkara. Bæði slíkar, sum benda á, at hypotesurnar passa, og tær, sum benda á tað øvuta. Minnist til at skjalprógva tað, sum tit gera, ávegis.
- Hetta eru vit komin fram til Takið samanum hvørji úrslit, tit eru komin fram til. Hvørjar hypotesur passa, og hvørjar passa ikki. Hvussu kunnu tit nú svara spurdóminum, sum tit byrjaðu við?
- Sigið øðrum frá Skrivið eina frágreiðing, sum vísir, hvat tit hava gjørt, og hvørji úrslit, tit eru komin fram til. Tað er týdningarmikið, at granskarar siga øðrum frá tí, teir eru komnir fram til.
Tekna eina ætlan
-
Tit kunnu tekna eina ætlan á pappír – ella við teknaranum her á síðuni. Teknarin er sum ein stempulmaskina. Vel eitt skap – vel stødd og stempla so á pappírið.
(GG: Virkar ikki við telefon!)