- Heim
- Um arbeiðsháttin
- Hvat kunnu vit spyrja um?
- Kappingin
- Hugskot og prei
Ársins vitanarfróðu Ert tú forvitin og dámar tær at granska? Ársins Vitanarfróðu er ein spennandi granskarakapping, har næmingar sleppa at arbeiða sum veruligir granskarar.
Kappingin Ársins Vitanarfróðu 2025-2026
Vit bjóða øllum næmingum at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu. Freistin at senda tilfar inn til kappingina verður umkring páskir 2025 (nærri verður kunnað seinni). Tilfarið skal sendast við telduposti til vitanarfrodu@nam.fo
Soleiðis gera tit
Tit mugu arbeiða saman sum flokkur ella í minsta lagi 5 næmingar. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana.
Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum fakum, eisini við at arbeiða tvørfakligt.
Ársins Vitanarfróðu er ein kapping, men tit kunnu sjálvandi og vónandi eisini arbeiða líka sum tey Vitanarfróðu árið runt, tí hesin kanningarhátturin er bæði góður, stuttligur og forvitnisligur at brúka á lærileiðini í skúlunum.
Leistur til frágreiðingina
Tit mugu nýta hetta skjalið til frágreiðingina. Ein lærari má standa á sum kontaktfólk. Minnist til at fylla allar teigarnar út.
Takið endiliga myndir, sum vísa, hvussu tit hava arbeitt, og at tit hava havt tað stuttligt. Setið fleiri myndir í frágreiðingina. Minnist til, at myndir krevja samtykki. Tit skulu tí hava loyvi til at brúka myndir av fólki og tit mugu eisini biðja um skrivligt loyvi, um tit brúka myndir, sum onnur hava tikið.
Tað er einki beinleiðis mark fyri, hvussu long frágreiðingin kann vera, men tað er týdningarmikið, at øll stigini í arbeiðsgongdini verða lýst. Sí hvussu tey Vitanarfróðu arbeiða her.
Meting av frágreiðingum
Tað eru ein fólkaskúlalærari, ein granskari, eitt umboð fyri Nám og eitt umboð fyri Granskingarráðið, sum fara at lesa allar frágreiðingarnar og at meta um, hvør vinnur.
Vinningar
Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við. Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær eina virðisløn á 3.000 kr., og heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu.
Nýtsla av tilfari
Vit tilskila okkum rætt at leggja innkomið tilfar frá kappingum á heimasíðu okkara og nýta tað í arbeiðinum annars. Tí biðja vit tykkum vátta í frágreiðingunum, sum tit senda okkum, at tit geva loyvi til tess.
Tað kann t.d. vera, at vit skriva, hvussu nógv flokkar hava verið við í kappingini og vísa myndir av flokkinum ella onkra mynd, sum tit hava sett í frágreiðingina. Tað kann eisini vera, at vit fortelja um spurdómarnar ella um onkur av úrslitinum. Tað kann eisini vera annað, sum vit halda er kul ella stuttligt at fortelja. Vit kunnu gera hetta ymsastaðni, t.d. á nam.fo, á snar.fo, á Facebook-síðu okkara, í Skúlablaðnum ella í útvarpinum. Tað merkir eisini, at onnur kunnu koma at brúka tilfarið, t.d. fjølmiðlar og aðrir næmingar.
Vit lova, at vit ongantíð fara at nýta hetta tilfarið á nakran neiligan hátt.
Plakat
Tak arbeiðsháttin niður sum plakat her.