Bangladesj
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Dhaka
Vídd: 143.998 km2
Fólkatal: 156.050.883
Almentmál:
bengali
Átrúnaður:
islam 83% hindu 16% aðrir 1%
Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra:
taka (BDT)
Bangladesj
Í 1971 tó Eysturpakistan loysing frá Vesturpakistan og stovnsetti nýggja ríkið Bangladesj. Sum í Pakistan er mesta fólkið í Bangladesj muslimar. Almenna málið er bengali. Bangladesj er av fátækastu og fjølbygdastu londum í heiminum, har eru eisini javnan melduródnir og vantflóð, helst fram við strondini. Ódnirnar elva mangan til ræðuligar náttúruvanlukkur. Í mong ár hevur arbeitt verið við at fáa tamarhald á áunum, tálma fólkavøkstrinum og menna og nútímansgera ídnaðin og landbúnaðin.
Meginparturin av Bangladesj eru oyrarnar, sum eru við munnan á teimum trimum stóru áunum Ganges, Brahma-putra og Meghna. Í regntíðini (juni-oktober) floyma áirnar upp um áarbakkarnar og bera nógva runu við sær, runan taðar jørðina ógvuliga væl. Men vatnflóðin kann stundum eisini elva til stórvanlukkur fólk og fenaður umkomast, og hús og grøði verða skolað burtur. Hóast vandi javnan er fyri hesum, býr mesta fólkið í Bangladesj í smáum bygdum, spjaddar um allar oyrarnar.
Bara umleið triðja hvørt fólk í Bangladesj býr í stórum býum, flestu teirra í høvuðsstaðnum Dhaka, fyrr Dacca, og í teimum báðum havnabýunum Chittagong og Khulna. Fólkið í býunum hevur betri lívskor enn fólkið á bygd. Húsini eru betri, og ravmagn og vatn er lagt inn í húsini. Men ógvuliga nógv fólk flytur til býirnar, sum vaksa so skjótt, at mong verða noydd at búgva í fátækrabýlingum.
Hóast myndugleikarnir í Bangladesj hava roynt at bøtt um heilsuviðurskiftini, er deyðstíttleikin høgur, helst millum børn í fjarskotnu bygdaløgunum. Hetta kemst fyrst og fremst av vánaligum mati og dálkaðum drekkivatni, ið er atvold til sjúkur, ið smitta illa, t.d. kolera. Lækna- og heilsurøktarlið fara um alt landið at koppseta fólk fyri umfarssjúkur og at greiða teimum frá góðum kosti og fyribyrgjandi evnum.
Júta er seig, tægrut trevjuplanta. Hon er virðismikil inntøkukelda hjá mongum bóndum; og fólkið kallar hana „gylta trevjan". Júta verður nýtt til sekkir, tog og máttur. Í gomlum døgum var júta størsta útfluningsvøra í Bangladesj; men nú hevur júta ilt við at standa seg í kappingini við tægralíki. Høvuðsgrøðin í Bangladesj er rís, ið verður dyrkað til heimamarknaðin; te og sukur verða dyrkað til útflutnings.
Indiska meginlandið
Uttan um Indiska meginlandið eru trý høv: Arabiahav, Indiahav og Bengalhav. Fyri norðan eru hini ovurstóru Himaleiafjøllini. Indiska meginlandið er ógvuliga fjølbygt, og her býr um 1/5 av øllum fólki í heiminum. Nógv størsta landið er India, so Pakistan, Bangladesj, Nepal, oyggin Sri Lanka og lítla landið Butan. Mangan hevur verið ófriðarligt í indiska meginlandinum, og tað hevur mangan verið álopið uttaneftir. Í 19. og til miðju 20. øld var alt økið uttan Nepal og Butan bretskt hjáland. Stórur munur er á landslagnum og veðurlagnum, kavatakt fjøll fyri norðan, turrar sandoyðimerkur í útnyrðingspartinum og tropiskur regnskógur fyri sunnan.
Meginparturin av fólkinum í indiska meginlandinum býr á bygd og livir av landbúnaði. Bara í India eru 500.000 bygdir, og her búgva um 70% av fólkinum. Nakrar bygdir eru heilt smáar, í øðrum búgva mong túsund fólk. Flestu ættir hava búð í somu bygd í øldir og hava latið ættarliði eftir ættarliði kunnleika og royndir sínar.
Sermerkstasta veðurlagsfyribrigdi er monsunurin, sum hvørt summar lýggjur og vátur kemur uttan av havi inn yvir næstan alt Indianes. Monsunurin hevur alt at týða fyri bøndurnar, og kemur hann ikki við regni, er hungursneyð í durunum. Summi ár regnar so illa, at tað verður vatnflóð, ið elvir stóran skaða.
Monsunurin kemur av útsynningi um summarið og av landnyrðingi um veturin. Tá ið summarmonsunurin kemur uttan av Indiahavi, hevur hann lýggja og váta lut við sær, sum verður regn yvir turra og heita meginlandinum.