8
Endamálið við lærugreinini
Undirvísingin í kristnikunnleika og átrúnaði hevur til endamáls:
1. at næmingurin mennir sínar førleikar so, at hann gerst førur fyri at skilja
tann týdning, átrúnaður, lívsáskoðanir, siðfrøði og lívsspurningar hava fyri
lív, hugburð og atferð hjá tí einstaka menniskjanum í samskiftinum við
onnur menniskju, samfelag og náttúru
2. at næmingurin fær kunnleika um kristna trúgv, mentan, lívsáskoðan, sið-
frøði og lívsspurningar við støði í egnum samfelagi, og um annan átrúnað
og lívsfatan, sum næmingarnir møta bæði í egnum umhvørvi og altjóða
høpi
3. at næmingurin fær førleikar at skilja og greina tekstir og annað keldutilfar,
sum lýsir átrúnað, lívsfatan, siðfrøði og lívsspurningar
4. at næmingurin fær førleikar, so at hann mennist í egnum og altjóða høpi,
skilir egna og aðra mentan, evnar at taka lut í altjóðagerðini, at vísa virðing
og taka støðu og ábyrgd í einum fólkaræðisligum samfelagi
5. at lýsa, greina, skilja, tulka og meta um heimsátrúnað, trúarspeki, siðfrøði,
lívsáskoðanir og lívsspurningar menniskjans
6. at næmingurin fær vitan um og innlit í fjølbroyttan átrúnað og átrúnaðar
liga virknaðarsøgu við høvuðsdenti á kristindóm, heimsátrúnað, trúarspeki,
siðfrøði og lívsáskoðanir, bæði í fortíð og nútíð
7. at næmingurin fær førleika til vísindaliga at greina og tulka keldutilfar,
sum lýsir átrúnað, trúarspeki, siðfrøði og grundleggjandi átrúnaðarlig
fyribrigdi, súmbol og hugmyndir
8. at næmingurin fær innlit í tann týdning, átrúnaður, trúarspeki, siðfrøði,
lívsáskoðanir og lívsspurningar hava fyri hin einstaka og medmenniskjað í
samfelagi, søgu, náttúru og mentan
9. at næmingurin mennir sín førleika at meta um og taka støðu til átrúnað,
trúarspeki, siðfrøði, lívsáskoðanir og lívsspurningar í einum fjølbroyttum
og fólkaræðisligum samfelag.