12
At arbeiða við tekstum í Bíbliuni
Til ber at arbeiða við tekstum í Bíbliuni á ymsan hátt. Arbeiðast kann í bólkum
ella einsæris. Tá ið arbeiðið er liðugt, kunnu næmingarnir leggja fram ella
samrøða um úrslitið. Her eru nøkur dømi, hvussu arbeiðast kann:
1. Vit viðgera eina bók, eitt bræv ella ein kapittul
• Les tekstin eina ferð ella fleiri ferðir
• Legg merki til, um evni ella orð ganga aftur í tekstinum
• Ger eitt yvirlit yvir gongdina (dispositión)
• Ger eina yvirskrift
• Hvør hevur skrivað tekstin
• Til hvønn er hann skrivaður
• Hvat er ætlanin við tekstinum
• Er nakað brot, sum minnir teg um annan bíbliutekst
• Er okkurt, tú heftir teg serliga við
• Er okkurt, tú ikki skilir
2. Vit viðgera eitt ørindi
• Vel eitt ørindi
• Hvat sigur ørindi
• Hvørjum samanhangi er tað tikið úr
• Hvat fær tað teg at hugsa um
3. Vit arbeiða við einum orði
• Vel eitt orð
• Finn ørindi ella brot við hesum orði
• Merkir orðið altíð tað sama
• Hvat fær orðið teg at hugsa um
4. Vit arbeiða við einum evni
• Vel eitt evni
• Finn støð í Bíbliuni, sum lýsa evnið
• Hvussu verður evnið lýst
• Hvat veitst tú um evnið frá tær sjálvum ella øðrum
• Hvat heldur tú um evnið
5. Vit arbeiða við einum persóni
• Vel ein persón
• Finn ørindi ella brot um persónin
• Nær livdi hann
• Hvar livdi hann
• Hvat annað fært tú at vita um persónin
• Hví er hesin persónur kendur
• Hvør er tín hugsan um persónin