16
Ymisk rák í listini
Ekspressionisma
verður rákið kallað, ið kom fram í Evropa um ár 1900.
Ekspressionistisku málararnir nýta sterkar, reinar litir, breið penslastrok og
ofta nakað avskeplaða mynd av persónum ella øðrum fyri betur á ein sigandi,
livandi ella talandi hátt at fáa tað fram, ið ætlanin er við myndini.
Dømi um listafólk, ið arbeiða ekspressionistiskt
• Bárður Jákupsson í arbeiði sínum við landslagi, penslastrokum og litavali
• Sámal Joensen-Mikines við sínum deyðsmyndum og myndum úr Bíbliuni
• Ingálvur av Reyni við sínum abstraktu lýsingum av fólki og náttúru
• Øssur Johannesen við døpru myndevnum sínum um líðing og deyða
Naivisma
– vit kenna orðið naivur, ið er at vera góðvarin ella einfaldur.
Listagreinin strembar eftir einfaldari, barnsligari myndagerð, so at tá ið tú
hyggur at myndini, ímyndar tú tær, at eitt barn eins væl kundi havt málað
myndina.
Dømi um listafólk, ið arbeiða naivistiskt
• Sigrun Gunnarsdóttir við sínum naivistisku myndum úr gerandisdegnum,
eitt nú av mammu síni, eisini onkur mynd, har Bíblian er við
• Fridtjof Joensen við sínum myndum úr gerandisdegnum, sum fólk kenna
seg aftur í
Realisman
kom fram í 1830-unum, og her verður dentur lagdur á at mála og
lýsa veruleikan, so sum hann er. Um málað verður t.d. eitt hús, so sæst hvørt
vindeyga klárt og týðiliga. Um myndirnar eru av fólki, so sæst nærum hvør
rukka í andlitinum ella hvør knappur í klæðunum.
Dømi um listafólk, ið arbeiða realistiskt
• Stefan Danielsen við sínum myndum úr Nólsoy, har hann ofta leggur
áherðslu á smálutir í myndini
• Beinta avReyni við sínumeinfalda teknisøgu-líknandi stíli. Viðmálninginum
”Minni um ommu mína” tulkar hon kristna lívsstílin hjá ommuni sæddan
við barnaeygum
Mystisisma
ímyndar nakað duldarfult, gátuført ella løgið, nakað ”mystiskt”,
og í myndlist kunnu vit síggja tað í eini samanrenning millum tað guddómliga
og tað menniskjaliga.
Dømi um listafólk, ið arbeiðir við tí duldarfulla, mystisisma
• Øssur Johannesen við myndum sínum av duldarfullu megini í mánanum
og dragandi megini í briminum
Surrealisma
er rák frá 1923, sum roynir at fáa fram í ljósið tað, ið liggur
goymt í undirvitskuni, men roynt verður á ein øðrvísi hátt at blanda hetta við
tað, sum kent er, ella er tann sanni veruleiki.
• Surrealisman hevur ikki rættiliga vunnið frama í føroyskari list. Tó hava
nøkur listafólk arbeitt eitt sindur við hesum ráki, Tummas Jákup Thomsen
og Edward Fuglø.