Kristni 9 - Lærarabók - page 15

15
Hugskot til arbeiðshættir
Síðani kann verða tikið samanum.
• Hvat vita vit annars um myndina
• Nær er myndin málað
• Hvør hevur málað
• Hvussu er myndin tilevnað
Til ber eisini at fara víðari inn í samrøðu um møguliga ætlan við myndini,
um tíðarskeiðið og um boðskap v.m.
”Spurningar til myndagreining”, Lydia Didriksen
”Kom og skriva 2”, Birgit Arge og Lydia Didriksen
Litir í myndum
Tað er torført at geva eitt eintýtt svar, hvat teir mongu litirnir, vit eru umgyrd
av, skulu ímynda, tá ið hugsað verður um list. Tað er heldur ikki vist, at
listamálarar altíð hava í huga, hví teir júst velja tann ávísa litin til eitthvørt, teir
vilja mynda. Men litir eru nógv tengdir at mentanini í teimum ávísu londunum.
Vit kunnu her í stuttum siga, hvat litirnir kunnu umboða.
Hvítt
Ljós frá himli, reinleiki, einglar
Svart
Myrkur, nátt, synd, deyði, sorg, helviti, djevul, hatur
Reytt
Kærleiki, kenslur – góðar/ringar, blóð, eldur, kærleikin frá himli
Blátt
Himmal, hav, trúskapur, hugsan, tað guddómliga, tað kongaliga, tað
loyndarfulla
Grønt
Vón, vøkstur, sissandi, kveikjandi, trivnaður
Gult/gull
Sól, ríkidømi, skreyt, skart, øvund, ótrúskapur, svik, ævinleiki, dýrd,
vísdómur
Grátt
Dapurt, keðiligt, sjúka, uttanveltaður, veikleiki
1...,5,6,7,8,9,10,11,12,13,14 16,17,18,19,20,21,22,23,24,25,...148
Powered by FlippingBook