21
UPPSKOT
Samandráttur
• Mong ymisk tekstsløg eru í Bíbliuni, og
rithøvundarnir eru fleiri
• Dávid kongur sigst hava skrivað flestu av
sálmunum í Bíbliuni
• Sálomon, sonur Dávids, var kendur fyri vísdóm og
ríkidømi
• Profetarnir í Bíbliuni bóru fólki boð frá Gudi
• Evangeliini lýsa Jesu lív og læru
• Ápostlasøgan vísir fyrstu tíðina hjá kristnu kirkjuni
• 21 av bókunum í Nýggja Testamenti eru skrivaðar
sum brøv
Uppgávur
• Lesið 2. Mós 20,1-17
Hvat tekstslag er talan um?
Hevur hesin tekstur nakað at týða fyri menniskju
nú á døgum?
• Lesið 2. Kong 10,34 og 2. Kong 25,1-7
Hvat vísir, at talan er um søguliga frásøgn?
• Finnið orðatøk úr Orðtøkunum, ið tit halda eru
umráðandi.
Hví eru tey umráðandi?
• Lesið Jes 11,1-10
Hvat tekstslag er hetta?
• Í Matt 22,1-14 talar Jesus til eina mannamúgvu.
Hvønn frásøguhátt nýtir hann?
• Lesið Matt 4,1-11
Jesus nýtir orðini “Tað stendur skrivað”.
Kannið við tekstávísingini undir ørindinum, hvørji
orð í Gamla Testamenti Jesus vísir á.
Hvussu arbeiðast kann við 1. kapitli:
• Nýta frymilin ”At arbeiða við tekstum í
Bíbliuni” á snar.fo/kristni9 at lýsa eitt nú
persónar, hendingar, støð og skriftir.
• Í 1. Mós 4,9 setir Káin ein týdningarmiklan
spurning, ið menniskju enn dagin í dag seta.
Skriva bræv, har tit grundgeva rætta svarið
upp á spurningin.
• Samanbera yrkingina ”Guð viti hvør Guð er”,
myndina og sálmin ”Alt, sum frítt og fagurt
er”. Tilfarið er at finna á snar.fo/kristni9
Hvat verður sagt um Gud, og hvussu lýsir
myndin Gud?
Kapittul 1
Bíbilsku
skriftirnar