Kristni 9 - Lærarabók - page 27

27
Søguligar bøkur
Jósvabók, Dómarabókin, Rutarbók, 1. og 2. Sámuelsbók, 1. og 2. Kongabók
og 1. og 2. Krýnikubók verða nevndar søgubøkurnar. Tríggjar tær fyrstu
bøkurnar lýsa tíðina frá Móses doyr, og Jósva førir fólkið inn í lovaða landið,
og tíðina, áðrenn tey fáa fyrsta kongin.
Hinar søgubøkurnar lýsa tíðina, tá Ísrael fekk fyrsta kongin, Saul, og stórtíðina
undir kongunum Dávidi og Sálomoni, umframt søguna hjá bæði Ísrael og
Júdea eftir at tey fóru í tvíningar, og til tey fóru í útlegd.
Jósvabók
Fyrra helvt av Jósvabók, kap.1-12, sigur frá teimum sjey árunum, tá ið
ísraelsfólk við áliti á Guds hjálp og í lýdni tók Kánáanland, og hvørjar
avleiðingarnar vóru, tá tey ikki vóru lýðin Guds boðum.
Seinna hálvan, kap. 13-24, greiðir frá, hvussu landið verður skift ímillum tær
tólv ættirnar eftir synir Jákups, Ruben, Símeon, Levi, Júdea, Dán, Naftali, Gád,
Ásjer, Issakar, Zebulon, Jósef og Benjamin. Í staðin fyri eitt ávíst øki fingu
levitarnir 48 borgir ymsastaðni í landinum. Harafturat fingu ættirnar eftir
báðar synir Jósefs, Efraim og Manassa, hvør sín part av landinum.
Dómarabókin
Heitið á hesi bók vísir á virksemi hjá dómarum í Ísrael. Hendan tíðin var á
mangan hátt ein døpur tíð, ið var merkt av ófriði.
Dómarabókin vísir eitt fólk, ið er ólýðið Gudi og dyrkar skurðgudar. Serstakliga
var tað dyrkanin av gudunum Báal og Astarte, ið trokaði á. Mangan vóru tey
fyri ósigri grunda á teirra ógudiliga levnað. Innanhýsis ófriður og álop uttanífrá
gjørdu sítt til, at fólkið til tíðir varð trælkað av fremmandum tjóðum. Serliga
vóru tað filistar, ið hildu til á suðurstrond Palestina, ið hóttu landið.
Fleiri dómarar royndu at rættleiða fólkið. Talan var helst um menn, ið Gud
kallaði at bjarga fólkinum. Dómarabókin sigur bert frá einari konu, ið var
dómari hjá ísraelsmonnum, og hon æt Debora.
Í Dómarabókini er talan um 13 dómarar, 7 stórar og 6 smáar. Tað, at teir
seks verða nevndir smáir, kemst av, at vit bert hoyra teir nevndar og einki um
virksemi teirra.
Teir sjey stóru dómararnir eru knýttir at teimum sjey fráfalstíðunum, sum
greitt verður frá. (7-talið kann samanberast við 7-talið í Opinberingini og
aðrastaðni í Bíbliuni).
7. og seinasta fráfallið hevði við sær eina 40 ára langa trupla tíð undir valdi
filista. Dómarabókin endar við frásøgnini um sterka Samson, ið var dómari hjá
ísraelsmonnum í 20 ár. Við sviki læt kona hansara Dalila hann upp í hendur
filista. Teir stungu eyguni út á honum og settu hann í fangahús. Men Samson
fekk at enda hevnd yvir filistar, tá hann rykti súlurnar undan, so húsið, teir
vóru staddir í, datt niður. Samson doyði, men saman við honum eisini hópin
av filistum.
Kap. 1 - Bíbilsku skriftirnar
1...,17,18,19,20,21,22,23,24,25,26 28,29,30,31,32,33,34,35,36,37,...148
Powered by FlippingBook