Kristni 9 - Lærarabók - page 36

36
Evangeliið eftir Markus
Tað elsta av evangeliunum er tað, ið Markus sambært siðvenju sigst hava
skrivað. Eftir øllum at døma hevði Markus gott samband við Paulus, ápostul,
og við Pætur, og tað sæst, at hann er ávirkaður av boðan Pæturs. Markus
fylgdist við Pæturi ápostli á mongu ferðum hansara og hevur helst skrivað tað
niður, ið Pætur segði fólki frá um Jesus.
Tað sæst skilliga, at Markus fyrst og fremst skrivar til heidningar í mun til
Matteus, ið hevur jødar í huganum. Hann vísir ikki so nógv til lógina og
profetarnar, tí heidningarnir kendu ikki til hesi, og um hann ger, so greiðir
hann gjølla frá tí, talan er um. Markus vil, óheft av tí profetarnir høvdu boðað,
skapa trúgv.
Markus verður sagdur at vera góður frásøgumaður, og tað er serligt flog yvir
tí, hann skrivar.
Innihaldið í Markusar evangelii
• Hvussu Jesus varð salvaður við heilagum anda og kraft, 1,9-11
• Jesus gjørdi væl og grøddi,
1,14-9,50
• Jesus í Jødalandi og í Jerúsalem,
10,1-13,37
• Jesus verður svikin og krossfestur,
14,1-15,47
• Jesus reis upp triðja dagin,
16,1-8
• Jesus opinberar seg og býður lærisveinunum at prædika,
(hesi versini eru ikki í teimum elstu handritunum)
16,9-18
Markusar evangelium verður sagt at vera lagt fram í eini væl skipaðari og
stuttari frásøgn um Guds son, ið gjørdist menniskja fyri at stríðast móti
djevlinum og gera menniskju til Guds børn.
Evangeliið eftir Lukas
Sambært siðvenju hevur Lukas skrivað hetta evangeliið. At rithøvundurin
kundi verið lækni sæst aftur í stóra áhuganum, hann hevur í sjúkdómum, og
hvussu Jesus grøðir hesar. Dømi um hetta finna vit í
Luk 4,23, 5,12.17, 6,6-10;
8,43-44
Hann fylgdist við Paulusi ápostli. Í evangeliinum eftir Lukas kemur týðiliga
til sjóndar, at rithøvundurin hevur gjørt eitt stórt granskingararbeiði, áðrenn
hann valdi at skriva evangeliið. Hetta kemur eisini til sjóndar í formælinum til
evangeliið. Tann, ið skrivað hevur, tosaði eisini við fleiri sjónarváttar, ið kundu
siga frá Jesu lívi. Av hesum fekk hann til vegar sertilfar,
Luk 1,1-4
Hildið verður, at Lukas, var av heidnum uppruna. Hann var føddur í
Antiokia, hagar mong av teimum fyrstu kristnu flýddu, eftir at Stefan, fyrsti
pínslarvátturin, var tikin av døgum. Hann hevur so óivað tikið við kristnu
trúnni við boðanini frá hesum fólkum.
Innihaldið í Lukasar evangelium
• Formæli, forsøga og fyrireiking,
1,1-4,13
• Virksemið í Galilea og har um vegir,
4,14-9,50
• Á veg til Jerúsalem,
9,51-19,27
• Í Jerúsalem
19,28-24,53
1...,26,27,28,29,30,31,32,33,34,35 37,38,39,40,41,42,43,44,45,46,...148
Powered by FlippingBook