Kristni 9 - Lærarabók - page 31

31
royna ikki at loysa tilverunnar gátur, men veita ráð, lívsreglur og áminningar
til dagliga lívið,
Orðt 1,1-6
Prædikarin
Um prædikaran er sagt, at hann var sonur Dávid kong. Umframt tað, at
prædikarin var vísmaður, lærdi hann eisini fólkið fróðskap og grundaði,
rannsakaði og setti saman mong orðtøk.
Í Prædikaranum standa m.a. tey kendu orðini, at fyri øllum er ein avmarkað
tíð. At føðast hevur sína tíð, at doyggja hevur sína tíð; at seta niður hevur sína
tíð, at taka upp tað, sum niður er sett, hevur sína tíð o.s.fr.
Prædikarin setur ljós á alt mannalívið og ger sínar niðurstøður. Einki nýtt er
undir sólini. Alt menniskjans lív, náttúran o.a. er endurtøka av tí, ið fyrr hevur
verið. Men lívið uttan Gud er meiningsleyst og tómt. Tað hevur ongantíð verið
ætlan Guds, at menniskjan skal halda hann uttanfyri. Men hann kann skapa
gleði í øllum lívsins viðurskiftum, frá mati og arbeiði til heimi og hjúnabandi
o.a. Ætlan Guds var, at menniskjan skuldi finna nøgdsemi - ikki í tí heimurin
hevði at bjóða, men í honum.
Profetabøkurnar
Profetarnir í Bíbliuni høvdu sum høvuðsuppgávur at bera fólki boð. Teir
stríddust móti órættvísi í samfelagnum og ávaraðu fólki móti at dyrka avgudar
heldur enn at halda seg til tann sanna Gud. Teir boðaðu, hvat kundi henda,
um hildið var áfram við tí ólevnaði, ið valdaði.
Hugsanin um, at Gud sendi fólki profetar, er týdningarmikil bæði í jødadómi,
kristindómi og islam. Jødar halda, at Móses er størsti profetur, ið livað hevur.
Tó hava teir, ið eftir hann koma, eisini stóran týdning.
Fyri kristin var Jesus profetur og kunngjørdi boðan sína. Men tey, ið tóku við
orðið hansara, vóru eisini sannførd um, at hann var heimsins frelsari. Fyri
muslimar er Muhammed tann síðsti og størsti profeturin. Tey trúgva eisini, at
fleiri persónar í Bíbliuni hava verið Guds profetar áðrenn Muhammed.
Høvuðsboðskapur profetanna var at
• átala órættvísi og kúgan
• fella dóm yvir bæði leiðarar og fólkið
• ávara um vanlukkur, ið koma skuldu
• bera vón um betri tíðir
Profetarnir í Gamla Testamenti
Bíblian greiðir frá fleiri profetum, ið livdu millum 900-400 f.Kr. Henda tíðin var
merkt av ófriði og trupulleikum. Tað byrjaði við, at stóra ríkið, ið Rehábeam,
sonur Sálomons, skuldi taka yvir eftir pápa sín, varð skift sundur. Sálomon
hevði lagt tungar byrðar á fólkið fyri at fáa bygt tey stórverk, ið gjørd vórðu.
Fólkið spurdi sonin, um hann vildi lætta teimum um byrðarnar, men hann
leitaði sær ráð hjá javnaldrum sínum heldur enn at lurta eftir ráðgevunum hjá
pápanum, ið mæltu honum til at svara blídliga og lova at lætta teimum um
byrðarnar.
Kap. 1 - Bíbilsku skriftirnar
1...,21,22,23,24,25,26,27,28,29,30 32,33,34,35,36,37,38,39,40,41,...148
Powered by FlippingBook