35
Teir fýra evangelistarnir sum ímyndir
Evangelistarnir eru mangan avmyndaðir sum ímyndir av menniskja, leyvu,
oksa og ørn.
Menniskjað er Matteus, tí hansara evangelium byrjar við einari langari
ættartalvu, ið gongur frá Ábrahami, ættfaðir jødanna, til Jesu føðing.
Leyvan er Markus, tí hansara evangelium byrjar við frásøgnini um Jóhannes
doyparan, ið sum ein leyva ýlir í oyðimørkini.
Oksin er Lukas, og kemst hetta av, at Lukas byrjar evangelium sítt við at greiða
frá ofrinum hjá Sakariasi í templinum í Jerúsalem. Ein oksi varð ofta nýttur
sum offurdjór.
Ørnin, ið sveimar í hæddunum, er Jóhannes. Hansara evangelium er tað mest
háfloygda. Tað byrjar við orðinum, ið kemur omanífrá frá Gudi.
Tá ið samanum kemur, er tað eitt sindur óvist, um nakað av evangeliunum er
skrivað av eygnavitnum. Men í øllum førum vita vit, at evangeliini eru skrivað
rættiliga stutt eftir Jesu deyða, t.v.s. í seinasta lagi um ár 100 e.Kr.
Evangeliið eftir Matteus
Hóast tað sambært siðvenju er Matteus, ið hevur skrivað hetta evangeliið, so
er hetta óvist. Flestu granskarar meta, at tann, ið skrivaði, helt seg at Markusar
evangelii, men nýtti eisini aðrar keldur.
Matteusar evangeliið er helst skrivað við tí fyri eyga at vísa jødakristnum, at
Jesus var tann frelsari, sum lovaður var teimum.
Men hetta hendi alt samalt,
fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av Harranum við profetinum, ið sigur: “Sí
moyggin skal verða við barn og eiga son, og á navni skulu tey nevna hann Immanuel;
tað merkir: “Guð við okkum.”
Matt 1,22-23
Matteusar evangelium kann býtast í 5 partar
• Jesu barndómur,
1. og 2. kap.
• Jesu fyrireikingartíð,
3,1-4,11
• Jesu almenna virksemi,
4,12-25
• Jesu líðing,
26. og 27. kap.
• Jesu uppreisn og himmalsferð,
28. kap.
Í Matteusar evangelium eru fleiri talur hjá Jesusi enn í hinum evangeliunum
• Jesu fjallaprædika,
5.-7. kap
• Jesu útsendingartala,
10. kap
• Jesu tala í líknilsum,
13. kap
• Jesu tala um kirkjuliðskipanina,
18. kap
• Jesu veiróp yvir teir skriftlærdu,
23. kap
• Jesu tala seinastu tíðirnar,
24.-25. kap
Kap. 1 - Bíbilsku skriftirnar