Kristni 9 - Lærarabók - page 37

37
Ein aðaltáttur í evangeliinum er, at Menniskjasonurin er komin at leita upp hitt
farna og bjarga tí. Hetta sæst aftur í frásøgnunum um hina syndafullu konuna,
tollaran Sakeus, ránsmannin á krossinum, í líknilsinum um hin burturmista
seyðin, hina burturmistu drakmuna og um hin burturfarna sonin.
Gjøgnum alt hetta evangeliið síggjast dømi um gleði og lovsang. Í fyrsta kapitli
er lovsongur Mariu. Hon var farin at vitja Elisabeth, ið var við barn. Tá var tað,
at hon á fyrsta sinni merkti lív, og av takksemi fyri at vera tann útvalda at bera
frelsara heimsins í heim, sang hon Gudi lovsong,
Luk 1,46-55
Eisini Sakarias sang lovsong, tá hann og Elisabeth eftir mong ár í barnloysi
fingu sonin Jóhannes.
Í fleiri førum sæst eisini, at Jesus gleðist, lærusveinar hansara gleðast, at einglar
Guds gleðast, og at tað sama er galdandi fyri menniskju, ið hava verið fyri
gleðiligum hendingum.
Lukas áminnir eisini um at geva teimum fátæku,
Luk 12,33 
Hann gevur eisini eina góða lýsing av vandanum við ríkidømi, um bert verður
hugsað um at savna so nógv sum gjørligt. Hetta stendur í frásøgnini um ríka
bóndan
Luk,12,15-21
og um ríka mannin,
Luk 16,19-31
Bøn, gleði og lovsangur
Í Lukasar evangelii eru fleiri lýsingar av Jesu bønalívi. Seks ferðir eru beinleiðis
hendingar, har Jesus biður
• Tá hann var doyptur,
3,21
• Tá ið hann hevði grøtt ein spitalskan,
5,16
• Áðrenn hann valdi sær lærusveinar,
6,12
• Á umbroytingarfjallinum,
9,29
• Í Getsemane,
22,40-46
• Á krossinum,
23,34-46
Í hesum evangelium eru trý líknilsi um bøn
• Tá ið Jesus lærir lærusveinar sínar at biðja,
11,5-10
• Einkjan og dómarin,
18,1-8
• Farisearin og tollarin,
18,9-14
Evangeliið eftir Jóhannes
Jóhannesarevangeliið er skrivað til at styrkja tey kristnu í trúnni á Jesus Kristus
og ger greitt, at Jesus er sonur Guds,
Jóh 20,30-31
Sjálvt um tað ikki er heilt vist, at tað er Jóhannes, ið hevur skrivað hetta
evangeliið, so hevur tann, ið skrivar, í øllum førum tætt samband við tann
Jóhannes, ið Jesus var í ógvuliga góður við,
Jóh 19,26
. Nakað av tí, ið stendur í
Jóhannesar evangeliinum, stendur ikki í hinum trimum evangeliunum.
Kap. 1 - Bíbilsku skriftirnar
1...,27,28,29,30,31,32,33,34,35,36 38,39,40,41,42,43,44,45,46,47,...148
Powered by FlippingBook