Kristni 9 - Lærarabók - page 45

45
Kap. 2 - Trúartræið
Móses
Ein av høvuðspersónunum í Gamla Testamenti er Móses, ið bar fram sáttmálan
millum Gud og ísraelsfólk. Hesin sáttmáli er grundarlagið undir teimum
10 boðunum. Frásøgnin um barna- og ungdómsár Mósesar er at finna í
2. Mósebók.
Tá egyptar ætlaðu at drepa nýfødda Móses, slapp hann við lívinum við at
verða settur út í Nílánna í eini strákurv. Dóttir Fárao fann hann, og hann vaks
upp við hovið.
Sum vaksin drap hann ein egypta og mátti flýggja til Midiansland, har hann
giftist við Sipporu, ið var dóttir prestin Jetro.
Gud vísti seg fyri honum í einum brennandi tornarunni og bað hann leiða
ísraelsfólk út úr trældóminum í Egyptalandi. Við hjálp frá Ároni, beiggja
Mósesar, og eftir at Gud hevði sent 10 plágur yvir egyptar, eydnaðist at leiða
fólkið úr trældómi og gjøgnum Reyða havið, har Fárao og allir menn hansara
sjólótust.
Á Sinai fjalli varð sáttmálin millum Gud og Ísrael við Mósesi sum millum-
gongumanni staðfestur. Og eftir 40 ára langa oyðimarkargongd leiddi hann
fólkið fram at markinum til lovaða landið. Á fjallinum Nebo sá Móses inn í
Kánáanland, og har doyði hann.
Jesus
Í kristindómi er Jesus tann lovaði Messias, ið boðað varð frá í Gamla Testamenti
skuldi koma at bjarga menniskjum frá synd og deyða. Evangeliini í Nýggja
Testamenti lýsa føðing, lív, læru, deyða og uppreisn hansara.
Kristna áskoðanin um Jesus sum heimsins frelsara er avgerandi í kristindómi. Í
islam er tað eins og í jødadómi eingin tríeindarlæra. Í kristindóminum er Gud
ein náðigur og miskunnsamur Gud, ið fyrigevur tí einstaka, ið angrar syndir
sínar og biður um fyrigeving.
Jesus er at finna í Koranini, ikki sum Guds sonur, men sum profetur, tann
næstsíðsti í einari røð av mongum profetum. Allir hesir profetar eru menniskju,
ið hava fingið ávísa uppgávu ella ávís boð at bera. Jesus eitur Isa í Koranini.
Menniskjasýnið og gudsfatanin í islam í mun til kristindóm verður sjálvsagt
øðrvísi av tí fatan av Jesusi, sum átrúnaðurin hevur. Í islam er ongin arvasynd,
tí er heldur ikki neyðugt við einum frelsara, ið tekur syndirnar á seg.
Nógvir jødar bíða enn eftir, at tann lovaði Messias, sendiboð Guds, skal koma
og bøta um lívskorini í heiminum. Messias skal endurstovna gamla kongsríki
teirra, ið gekk til grundar í 6. øld f.Kr.
1...,35,36,37,38,39,40,41,42,43,44 46,47,48,49,50,51,52,53,54,55,...148
Powered by FlippingBook