Kristni 9 - Lærarabók - page 49

49
innan í brævið og biður hann gera sær hetta til ein vevstað: so skal hon veva
honum teppið.
Nú sær kongurin, at gentan er vitug aftur at tí, at hon er vøkur, heintar hana
heim til sín og ger hana til drotning sína, men setur henni tey vilkor, at hon
skal ikki blanda seg í ríkissakir.
Ein dagin kemur ein fátækur maður í kongsstaðin við eini kvidnari ryssu, og
ryssan verður latin inn í ein stall, har sum hestar stóðu. Um morgunin hevði
ryssan folað; fylið stóð uppi ímillum hestarnar, og tí hildu teir, sum hestarnar
áttu, sær fylið til. Maðurin varð at fara við ongum fyli og tók so upp søksmál;
men einki batti. Hann fór tá til drotningina og bað hana leggja sær ráð.
Hon bað hann taka eitt fiskisnøri, fara út í ein sandbakka og halda snørið
niður í sandin, og hvørjum, ið kom til hansara og spurdi, hví hann sat so,
skuldi hann svara, at so ómøguligt sum tað var, at hann kundi fáa fisk upp úr
sandinum, so ómøguligt var tað, at hestar folaðu.
Maðurin so ger; fólk tysa saman um hann og spyrja, hví hann situr so; men
hann svarar, sum drotningin hevur lagt honum lag á. Nú verður hann tikin og
spurdur, hvør ið hevur lært hann hetta; men hann vil ikki siga. So verður hann
settur fastur og píndur, til hann sigur frá.
Nú ið kongurin hoyrir, at drotningin hevur lagt honum ráð, skjýtur hann hana
frá sær, tí hann hevði forboðið henni at leggja seg upp í ríkissakir. Hon sigur, at
bæði skulu halda eina veitslu fyrst, áðrenn tey skiljast, og ein dýrgrip vil hon
hava við sær til áminnis, áðrenn hon fer av ríkinum. Hetta játtar hann henni:
hon skal fáa, hvat ið hon ynskir.
So halda tey veitslu; drotningin letur svøvndropar í drekkað hjá konginum,
so hon fær hann at sovna, tekur so ein vogn, spennir hest fyri, leggur kongin í
vognin og ekur avstað við honum til húsið, har sum foreldur hennara búgva.
So leggur hon hann upp á loftið í ta song, sum hon sjálv hevði verið von at
sova í.
Nú ið kongurin vaknar um morgunin, er hann reint ørur; hann spyr hana
sjálva eftir, hví hon hevur gjørt hetta við seg; men hon svarar, at hann hevði
lovað henni at taka ein dýrgrip við sær, hvønn ið hon vildi kjósa sær, og størri
dýrgrip enn hann sjálvan fekk hon ikki: tí tók hon hann avstað við sær.
Tá sá kongurin, at einki batti við hana, so vitug sum hon var; hon skuldi koma
heim aftur við honum, segði hann, og hava lov at ráða eftir tykki hereftir í
øllum ríkissøkum, sum hon vildi.
Frásøgn: Marjun í Nýggjubúð, Skálavík
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.
Kap. 3 - Kærleiki
1...,39,40,41,42,43,44,45,46,47,48 50,51,52,53,54,55,56,57,58,59,...148
Powered by FlippingBook