Kristni 9 - Lærarabók - page 58

58
Líðing og sorg
At líða er støða, vit seta í samband við nakað, ið pínir onkursvegna, tað kann
vera kropsliga ella sálarliga. Kropslig líðing kann vera tannapína, beinbrot ella
varandi sjúka. Sálarlig líðing kann vera tunglyndi av sosialari støðu, eitt nú
fátækdómur ella umsorganarsvíkur. Tað, at deyðin er veruleiki, kann eisini
níva.
Tað eru mong, ið líða av krígsávum og atsókn. Hungur, fátækradømi,
sjúkdómur, órættvís viðferð, trupulleikar og vónbrot av ymsum slagi kunnu
plága menniskju. Summi tykjast sleppa lættari enn onnur, tó eingin sleppur
snikkaleysur.
Í Bíbliuni verður sagt frá, at við syndini kom líðing og sorg inn í heimin.
Líðing og revsing
Í Gamla Testamenti stendur ferð eftir ferð, at tað er samanhang millum
syndafulla lív menniskjans og lagnu tess. Tí vóru tað mong, ið hildu, at um tú
vart sjúkur, hevði tú gjørt okkurt skeivt. Gekst tær væl, var tað, tí Gud hevði
tokka til tín.
Í Bíbliuni eru tó fleiri tekstir, ið gera upp við hesa fatan og vísa á, at sambandið
ímillum líðing ella signing og atferð menniskjans ikki er so einfalt. Hetta sæst
eitt nú í frásøgnunum um Job og Jesus.
Job
Frásøgnin byrjar sum eitt ævintýr. Vit hoyra um tann góða, gudóttandi Job, ið
var av ríkastu monnum.
Síðani skiftir leikpallurin til himmalin. Her loyvir Gud Sátani at royna Job. Alt
verður tikið frá honum, ríkidømi, familja og heilsa.
Sjálvt um hvørki Job ella vinmenn hansara vita, hví Job verður freistaður og
fáa tað heldur ongantíð at vita, so vita vit sum lesarar, at orsøkin til líðing
hansara ikki er tann, at hann hevur syndað.
Sjúkur, avskeplaður og ørkymlaður leitar Job sær út á ein øskudunga uttan
fyri býin.
Vinmenn koma at vitja Job. Í fyrstuni sýnist hann at góðtaka óeydnu sína.
Harrin gav, Harrin tók, Harrans navn verið lovað.
Men so kúvendi hann. Job
gremur seg nú um skepnu sína og krevur at fáa svara, hví óeydna rakar hann,
sum altíð hevur livað eftir Guds vilja.
Fyri gomlu ísraelsmenninar var tætt samband millum at vera frómur og
eydnusamur. Livdi tú eftir Guds vilja, ið var niðurfeldur í teimum 10 boðunum
og øðrum Móselógum, gekst tær væl. Harafturímóti vóru sjúka og óeydna
tekin um, at tú ikki hevði fylgt boðum Guds. Í huga ísraelsmanna, og tí eisini
Jobs og vinmonnum hansara, var Gud rættvísur.
1...,48,49,50,51,52,53,54,55,56,57 59,60,61,62,63,64,65,66,67,68,...148
Powered by FlippingBook