48
Tá foreldur verða gomul
Grimm brøðurnir hava skrivað søguna “Abbin”. Henda søga gevur okkum
eina frálíka lýsing av sambandinum millum foreldur og børn, og hvussu
støðan kann broytast, tá leiklutirnir verða umskiftir, og foreldrini gerast tey, ið
hava brúk fyri hjálp og umsorgan.
Abbin
Ein søga er um eitt húski, sum hevði abban búgvandi hjá sær, nú hann var
vorðin gamal, ússaligur og risthentur.
Tá hann koyrdi niður á seg, góvu tey honum bringuklút. Men hann var líka
risthentur fyri tað, og so settu tey hann í ein krók at eta, tí teimum dámdi ikki
at sita til borðs við honum. Soleiðis var lagið eina tíð. Men ein dagin fingu tey
okkurt at hugsa um! Lítli sonurin sat á gólvinum og telgdi eitt træpetti. “Hvat
er hatta, tú telgir, lítli mín?” spurdi pápin. “Eg telgi eitt trog!” “Hvat skal tað
nýtast til?” spurdi pápin. “Jú, tað skulu mamma og pápi eta av, tá ið tit verða
gomul og fara at sita í krókinum, soleiðis sum abbi ger.”
Tá hugdu tey vaksnu hvør at øðrum. Teimum tókti, at hetta var egna
samvitskurødd teirra, sum barnið bar fram. Tey skundaðu sær yvir til abban.
“Fyrigevið okkum, at vit hava borið okkum so ljótt at ímóti tygum.”
Frá tí degi sat abbin altíð til borðs saman við teimum.
Hin vakra og vituga drotningin
Ein kongur vildi hava eina konu, sum var bæði vøkur og vitug, men fann
onga, sum honum líktist á. So klæddist hann sum ein fátækur drongur og fór
út at ferðast til at leita sær eftir einari konu, kom í eitt fátækt hús á kvøldi og
bað fólkini hýsa sær.
Hjúnini søgdu, at tey høvdu onga song at leggja hann í, uttan tey løgdu hann
í teirra sjálvs song og løgdu seg sjálv á gólvið. Nei, segði hin fremmandi: hann
skuldi liggja á hálminum sjálvur. Einki fólk sá hann uttan tey bæði tvey eini og
spurdi tí, um einki annað fólk var har. Men tey duldu fyri og søgdu, at einki
fólk var.
Um morgunin hoyrir hann, at eitt spinnur uppi á loftinum á einum rokki. Tey
skulu lata seg síggja hetta fólkið, ið hjá teimum er, sigur gesturin: tí fólk er har.
Hjúnini noyðast tá at lata hann síggja dóttur teirra – tí hon var tað, ið spunnið
hevði – og nú er hon av alravakrastu gentum at síggja.
Kongurin fær sinni til hennara, men heldur tað vera ov slættligt fyri seg at hava
eina fátæksmansdóttur til konu, fer so heim aftur og talar einki. Men nú ið
hann er komin heim, fær hann ikki frið; hann hugsar í heilum um vakurleika
hennara, men kann ikki vita, um hon man vera vitug ella ikki. Hann vil royna
hana, skrivar henni eitt bræv, leggur ein vindil av silkitráð innaní og biður hana
veva sær hetta til gólvteppi. Hon skrivar honum aftur, leggur eitt sneisarpetti