57
UPPSKOT
Samandráttur
• Við syndafallinum gjørdust menniskju deyðilig
• Nógvar líðingar standast av menniskjum
• Náttúruvanlukkur og nógvar sjúkur kunnu
menniskju ikki ábyrgdast fyri
• Lívið má livast við tí veruleika, at vit einaferð
missa tað
• Jesus sýndi næstakærleika í verki
• Sorg er heimleysur kærleiki
Spurningar
1. Spurningurin um deyðan kann eisini fáa okkum at
hugsa um lívið.
Hvat er eitt gott lív?
Hvat vil eg við lívi mínum?
2. Hvørjar líðingar, kunnu menniskju ábyrgdast fyri?
3. Hvørjar líðingar, kunnu menniskju ikki ábyrgdast
fyri?
4. Hvussu broyttist Job, eftir at Gud tosaði við hann?
Uppgávur
• Lesið sálmin “Páskablóma” á bls. 56 og tosið um
uppreisnarvónina.
• Lesið fyrra brotið úr bókini “At liva í allar ævir” á
bls. 58-59.
Hvat høvdu tit svarað, um tit fingu hesar fimm
spurningar?
• Lesið brotið úr bókini “13 í longsli” á bls. 60.
Hvørjar líðingar orðar systirin í hesum brotinum?
• Lesið seinna brotið úr bókini “At liva í allar ævir” á
bls. 64. Hvat sigur brotið um at liva í allar ævir og
um lívringrás?
Hvussu arbeiðast kann við 4. kapitli:
• Hvat merkja orðatøkini á bls. 62 í næmingabókini?
• Arbeiða við málninginum eftir Mikines, bls. 52
í næmingabókini og við málningunum eftir
Vegghamar, bls. 62 í næmingabókini. Nýta frymilin
til myndir og myndlist á snar.fo/kristni9 til
uppgávuna.
Kapittul 4
Lí ing og
sorg