Kristni 9 - Lærarabók - page 50

50
Nánd
So rótleyst er sinnið títt, altíð á ferð
tað tykist sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond
enn síggja tað vakra, sum er í nánd?
Tær tykir at lívið er keðiligt - grátt,
hvønn er tað tú saknar - hví falla í fátt?
Tá aldri tú unnir tær hvíld ella frið,
fæst onki at grógva við tína lið.
Far innar í stovuna, um hon er trong
og lurta - hon syngur ein stillan song;
hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í
har vantar bert tað - at tú varnast tí.
Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,
hvør sigur hon finst ei í heimahøll?
Tú átti ei friðleysur leita so fjart,
men lært teg at elska tað, sum tú sært.
Aase Gjødsbøl Krogh
Thomas Mikal Smith týddi
Kærleiki
Í orðinum kærleiki liggja rættiliga nógv og ymisk hugtøk. Tað, sum vit kanska
mest seta í samband við orðið er ein innilig kensla av trúskapi mótvegis einum
øðrum menniskja.
Kærleiki verður ofta knýttur at kenslum, og summi hava lyndi til at gera
kærleika til einans eina kenslu. Men kærleiki er meira enn tað. Grundleggjandi
er kærleiki, at ynskja øðrum tað góða og vísa tað í verki.
Kærleiki kemur ikki altíð av sær sjálvum, men hann vísir seg kanska best, tá
vit av røttum taka lut í lívinum hjá øðrum menniskjum. Onkuntíð kennist tað
at elska sjálvsagt, men kanska er tað, sum summi vilja vera við, at kærleiki
prógvar seg, tá tað eru góðar gerðir, ið venja kenslurnar at elska rætt.
Orðið kærleiki verður eisini brúkt um tað at dáma ella at vera knýttur at einum
øðrum menniskja, eitt nú familju ella vinfólki. Eisini djór kunnu vit elska ella
vísa kærleika, og í mongum førum sýna vit ávísan kærleika til lutir og støður.
Kærleiki kann vera erotiskur og romantiskur, og tað er hendan týdningin sum
mong seta í samband við orðið.
Í kristindóminum eru Guds kærleiki og næstakærleiki grundleggjandi hugtøk.
Hetta er grundað á tað, Bíblian sigur um kærleika á hesum økjum.
1...,40,41,42,43,44,45,46,47,48,49 51,52,53,54,55,56,57,58,59,60,...148
Powered by FlippingBook